ALTJÓÐA ARBEIÐARADAGUR
Knappliga 50 fólk høvdu leitað sær oman í Miðlahúsið klokkan gott og væl fýra, har fólkið fekk boðið heita suppu, kaffi og kakir. Síðani spældi Sámal Ravnsfjall tveir sangir, áðrenn sjálvt kjakið skuldi byrja.
Men nú vísti tað seg, at Ingeborg Winther varð nakað seinkað, og at Jóannes Eidesgaard ikki kundi bíða eftir henni, tí hann skuldi náa eitt flogfar seinni, so tí mátti Jóannes byrja at framleggja síni sjónarmið, áðrenn mótparturin var komin.
Jóannes Eidesgaard legði fyri við at rósa røðunum, sum vórðu fluttar fram á Vaglinum frammanundan. Hann kallaði tær atfinningarsamar, men kortini ikki órímiligar. Jóannes Eidesgaard tosaði um, hvussu nógv fakfelagsarbeiðið var broytt gjøgnum tíðirnar, og hann tók fram eitt slagorð um, at vit mugu ikki aftureftir verja, men frameftir herja.
Í einum kjaki sum hesum, slepst ikki undan at tosa um vælferð. Løgmaður vísti á, at vælferðin ikki er eitt hugtak, sum loysir seg sjálvt, og tað krevur bæði tíð, orku og ikki minst pengar.
Í røðu sínar í Vaglinum fanst Ingeborg Winther at javnaðarflokkinum og segði, at teir ikki dugdu at brúka teirra samgongusess til rættiligt javnaðararbeiði, og at teir ofta høvdu selt seg ov bíliga til borgarligu flokkarnar. Sum svar til hetta segði Jóannes Eidesgaard, at javnaðarflokkurin sum samgonguflokkur fyrst og fremst hevði lagt seg eftir at fáa eitt gott samgongustev, og harvið skapa arbeiðsfrið. Hetta var nú eydnast segði hann. Eitt annað, sum javnaðarflokkurin eisini vildi hava uppá pláss beinanvegin, teir komu í samgongu, var at fáa viðurskiftini millum Danmark og Føroyar í rættlag, og sambært Jóannes Eidesgaard, er hetta eisini komið í rætt lag.
Jóannes kom eisini inn á einskiljingarnar, sum tað verður so nógv tosað um í hesum døgum. Kjarnin í tí Jóannes segði var, at vit eiga leysgeva ta orkuna, sum onnur kunnu reka, og brúka hana har, sum tað er politiskt relevant.
Veruleikin heldur lív í stættarstríðnum
Tá Ingeborg Winther slapp framat, varð Jóannes Eidesgaard noyddur at fara. Ingeborg Winther fanst hvassliga at teimum, sum søgdu, at tað eru fakfeløgini, sum halda lív í einum fiktivum stættarstríði. Hon vísti á, at tíðirnar eru broyttar, men at fakfeløgini í dag hava onnur ting at stríðast fyri, og at fakfelagsrørslan ongantíð kemur á mál.
Ingeborg Winther segði, at tað ongin ivi er um, at stættarmunur er í Føroyum, og at stórur munur er á at vera privatur og almennur løntakari.
Sum væntað var, kom Ingeborg Winther eisini inn á røðuna hjá Jóannesi Eidesgaard, sum hann helt á landsfundi javnaðarfloksins. Her segði formaður javnaðarfloksins millum annað, at stættarstríðið í Føroyum var av. Hetta fekk sinnið í kók hjá øllum landsins fakfeløgum, og Ingeborg Winther segði bart út, at um røðan hjá Jóannesi Eidesgaard var tað, javnaðarflokkurin stóð inn fyri, so var javnaðarflokkurin ikki ein flokkur fyri fakfeløgini longur.
Ingeborg Winther endaði sítt upplegg við at siga, at tað ikki eru fakfeløgini, sum halda lív í einum fiktivum stættarstríði, men at tað heldur er veruleikin, sum heldur lív í stættarstríðnum.
Tamt kjak
Ofta verður sagt við børn, at tað skulu tvey til at klandrast, og tað er ongin lygn í tí. Nú Jóannes Eidesgaard ikki fekk verið við til sjálvt kjakið, bar illa til at kjakast. Hetta var óheppið, og umboð fyri fyriskipararnar bóðu áhoyrararnar bera yvir við sær. Uttan ein mótpart ber illa til at fáa nakran veruligan orðadrátt, og tí gjørdist tað talan um eitt sera tamt kjak, sum mest var líkt einum fakfelagsfundi. Tosað varð um, at tað ikki varð lurtað nóg nógv eftir fakfeløgunum, og ein partur av orsøkini til hetta var helst, at tey ikki eru nóg sjónsk ella greið í teirra boðskapum. Semja var um, at arbeiðsmannarørslan má finna betri saman, og finna eitt felagsráð sum mótspæl til Vinnuráðið, soleiðis at arbeiðarin verður betri hoyrdur.