Nakað av roki stóðst av fótbóltsdystinum í danska høvuðsstaðnum sunnudagin. Sum vant, so eru summi, sum heldur vilja nýta slíkt høvi til at gera um seg, heldur enn at njóta góða fótbóltsspælið, og soleiðis varð eisini sunnudagin.
Hóast løgreglan hevði tilkallað hópin av fólki, sum stóðu á varhaldi uttan fyri Parkina, so slapst ikki undan einstøkum hendingum, og í alt vórðu eini 30 fólk tikin av løgregluni.