Tangz í Vesturkirkjuni

Frá Vilhelm Magnussen og Kingo til Dánjal á Neystabø og Tangz. So vítt fevndi tónleikakvøldið, sum Føroya Studentaskúli skipaði fyri í Vesturkirkjuni mikukvøldið í sambandi við 1000 ára haldið

Eitt, men ikki endiliga eins.

Soleiðis tók Heri Joensen, sóknarprestur, saman um sang- og tónleikakvøldið, sum Føroya Studentaskúli og HF skeið skipaði fyri í Vesturkirkjuni mikukvøldið.

Næmingarnir og lærarar teirra hvødu stápað eitt megnar tiltak á beinini, sum gav eina góða mynd av sanginum og tónleikinum í føroyska trúarlívinum heilt frá Kingo og fram til í dag. Tey, sum framførdu, vóru úr ymsum samkomum í landinum, og umboðaði tiltakið tí eisini alla breiddina í føroyska trúarlívinum.


Kingo úr Tjørnuvík

Eftir at Bergur Debes Joensen, sóknarprestur, hevði boðið vælkomin og røtt eitt sindur um týdingin av at vera kristin, varð lagt til brots í fjølbroyttu tónleikaskránni.

Tað vóru Kirkjufólk úr Tjørnuvík, sum løgdu fyri við at syngja Kingo sálmar, júst sum teir vórðu sungnir í Tjørnuvík fyri hundrað árum síðani. Gamli Vilhelm Magnussen úr Tjørnuvík, sum sjálvur hevur upplivað Kingo sangin sum barn, sang meistarliga fyri.

Tjørnuvíkingarnir løgdu stóran dent á, at sygja júst sálmarnar á donskum og drynjandi, júst sum gjørt varð í føroysku kirkjunum, áðrenn tað gjørdist vanligt at spæla urgu aftur við sanginum.

Heilt vist var hesin forni sangur hugtakandi at hoyra framførdan í teirri nýmótans og glæsiligu Vesturkirkjuni.


Enskur íblástur

Frá Kingokórinum leyp skráin rættuliga langt fram í tíðina til sálmasang frá brøðrasamkomuni.

Sálmarnir við enskum íblástri, sum Siloakórið úr Fuglafirði við Eyðun á Lakjuni framførdi, vóru ógvuliga melodiøsir og góvu okkum áhoyrarum eitt gott innlit í vakra kórsangin, sum eyðkennir brøðrasamkomuna.

Siloakórið legði stillisliga fyri við men endaði við einum lagatyssi, sum rættuliga setti lív í tey 800 átrúnaðarliga fjølbroyttu fólkini, sum vóru komin saman í Vesturkirkjuni mikukvøldið.

18 ára gamli Gunnar Guttesen tók við, har Siloakórið slepti. Hann framførdi meistarliga saman við vinmonnum sínum eitt instrumentalt lag, sum hann sjálvur hevði gjørt.

Gunnar Guttesen og vinfólk framførdu eisini eitt ógvuliga vælljóðandi norskt lag, sum kallast Let the sunshine.


Kristiligur ungdómur

Kristiligi felagsskapurin fyri studentar í Føroyum, KFS, setti eisini sín dám á kvøldið við vøkrum lovsangi, og eftir tey tók ein bólkur, sum kallar seg Saltbrøður við.

Saltbrøður framførdu ógvuliga nýtmótans tónleik við kristiligum innihaldi.

Ein annar bólkur, sum heilt avgjørt lá longst frá Kingo sanginum, var bólkurin Liquid Gravity. Hesin bólkurin spældi alternativan rokk, og hóast ikki eitt orð varð nevnt í tekstinum um kristindóm, hevði enski teksturin, sum Dánjal Jacobsen hevði skrivað, ein heilt greiðan boðskap.


Aftur til Kingo

Í endanum á skránni sluppu næmingarnir í Hoydølum sjálvir fram at mikrofonunum. Næminagarnir, sum ganga á hástigi í tónleiki, høvdu skipað seg í eitt kór, sum undir leiðslu av Zazhariasi Sørensen framførdio kingo tónleik eftir modernaðari útseting.

Ógvuliga stórsligið ljóðaði tað, tá næmingarnir sungu sálmin, Nú rennur sólin frí, efir útseting hjá Kára Bæk.

Rythmiska kórið í Hoydølum slapp eisini framat, og framførdu tey við undirspæli frá popbólkinum, Tangz, bort úr Eversmiling Liberty.

Sanniliga eitt framúr væl eydnað tiltak, sum tók tað gleðiliga fram í krisnitrúnni og savnaði ymsu meiniheitirnar heldur enn at spjaða, sum føroyingar ofta hava lyndi til.

Eingin ivi um, at slík tiltøk hoyra heima í almennu føroysku kirkjunum, eins og vanliga guðstænastan.

Eitt, men ikki endiliga eins?