“We want to change political power from Westminister to Holyrood.”
Tað svaraði skotski parlamentslimurin í bretska undirhúsinum, Angus MacNeill úr Hebridunum, í útvarpinum hjá Kringvarpinum tann 4. august í ár, tá hann varð spurdur, hvat endamálið við skotsku fólkaatkvøðuni er. Tann 18. september næsta ár skulu skotar taka støðu, um teir skulu loysa frá bretska samveldinum. Teir skulu seta kross við annaðhvørt ja ella nei til spurningin “Tekur tú undir við, at Skotland verður sjálvstøðugt land?”
Angus MacNeill umboðar skotska tjóðveldisflokkin, Scottish National Party (SNP), ið hevur sum aðalmál at skipa Skotland sum fullveldisland. Fólkaatkvøðan skal tryggja, at farið verður undir tilgongdina at flyta politiska valdið hjá skotum úr London til Edinburgh.
Fólkaatkvøðan hevur vakt ans í Onglandi. Bretski forsætisráðharrin, David Cameron, og andstøðuleiðarin, Ed Miliband, hava ávarað ímóti fullveldisætlanini hjá SNP. Teir hava sagt, at tað verður ein vanlukka fyri samstarvið, og minkar um ávirkanina, sum Bretland hevur í altjóða politiskum høpi, um skotar velja at fara burturúr. Eitt skotskt ja til loysing kann somuleiðis elva til ófrið í Norðurírlandi og Wales, tí tey londini fara helst eisini at krevja størri sjálvræði.
Gott og væl fimm milliónir fólk eru í Skotlandi og skotsku oyggjunum, Hetlandi, Orknoyggjum og Hebridunum. Fólkatalið er størri enn í bæði Norra og Ísland, sum eru sjálvstøðug lond. Tað er grundarlag fyri einum sjálvstýri, heldur skotska sjálvstýrisrørslan. Men undir skræðuni er veruleikin ikki so einfaldur. Bretska samveldið er eitt búskaparligt samstarv, sum hevur verið skotum holl hjálp.
Samveldið í søguligum ljósi
Tað var merkisdagur í Skotlandi, tá skotska tjóðartingið í Edinburgh alment varð latið uppaftur tann 1. juli í 1999. Tað var úrslitið av, at skotar høvdu samrátt seg til størri sjálvræði innan bretska felagsskapin. Fleiri málsøkir fóru tá á skotskar hendur. Alex Salmond, sum hevur verið formaður í SNP síðan aldarskiftið, segði tá, at hetta var bara eitt fet á leiðini ímóti skotskum fullveldi. Við tjóðartinginum kom heimildin at reka sosialpolitikk, skúlapolitikk, vinnupolitikk og orkupolitikk. Dyrnar til skotska tjóðartingið høvdu tá verið stongdar í útivið 300 ár.
Samveldið Stóra Bretland varð evnað til og reist í 1707, tá samveldissáttmálin Acts of Union varð settur í gildi. Sambandsskjalið sameindi Ongland, Skotland og Wales í eitt ríki við einum felags parlamenti í Westminister í London. Tað var eitt bretskt tjóðríki, og ikki ein savnað bretsk tjóð. Samstarvið fekk heitið “United Kingdom of Great Britian”. Í 1801 fór Írland upp í samstarvið. Eftir ófrið í landinum tóku írar fullveldið aftur í 1927, meðan nýggja tjóðin, sum spratt burtur úr ruðuleikanum, Norðurírland, er enn í samveldinum.
Við sambandsskjalinum í 1707 samráddu skotar seg til fría atgongd til handilsmarknaðin í London, eina sjálvstøðuga kalvinska kirkju, eina serliga skotska rættarskipan, eina sjálvstøðuga útbúgvingarskipan og rættin at prenta skotsk pund. Við startskotinum til ídnaðarkollveltingina var Stóra Bretland tann størsti spælarin í altjóða politikki við nógvum hjálondum og góðum handilssambondum.
Skotar fingu sjálvsagda ávirkan á bretska parlamentið. Skotland hevur nú 59 umboð í undirhúsinum, House of Commons. Hini 587 umboðini eru úr Onglandi og Wales.
Skotland hevur minni sjálvræði í bretska samveldinum enn Føroyar hava í ríkisfelagsskapinum. Skotar kunnu millum annað ikki krevja inn skatt, umframt at Westminister hevur ábyrgdina av sosiala trygdarnetinum, hervaldinum, uttanríkispolitikkinum, fjølmiðlunum og øðrum. Búskaparpolitikkur í Westminister hevur av somu orsøl alstóra ávirkan á skotska samfelagið.
Vælferðarsamfelagið Skotland
Vantandi heimildin at taka politiskar avgerðir er grundarlagið undir sjálvstýrisrørsluni. Ein meginorsøk til, at SNP vil hava størri politiskt frælsi, er, at politiska dreymamyndin er ikki tann sama í Skotlandi sum í Onglandi. Skotar ætla sær eitt norðurlendskt vælferðarsamfelag. Dømi er, at SNP vil varðveita ókeypis útbúgvingarskipanina og barnaansingina, umframt at fíggja eldrarøkt ørvísi, meðan onglendingar taka brúkaragjald fyri hesar tænasturnar. Skotar eru somuleiðis munandi meira sinnaðir at vera í ES, enn David Cameron og Konservativi flokkurin í Onglandi er.
Fólkaatkvøðan er av somu orsøk áhugaverd fyri londini í Norðuratlantshavi. Tað er ført fram, at norðurlond, og kanska eisini Norðurlandaráðið, fáa ein nýggjan viðspælara, tí Skotland sum fullveldisland ætlar sær at samstarva við Ísland, Noreg og hini londini. Skotland skal byggjast eftir norðurlendskum leisti.
Tað var serliga høgrasnaringin hjá Margaret Thacther, sum elvdi til, at skotar fóru at tosa um politiskt frælsi seinast í sjeytiárunum. Annars hevði friður valdað í Skotlandi síðan 1707. Í 1979 slapp hon fram at valdinum í Downing Street sum forsætisráðharri. Marknaðarhugsjónin var kollvelt, meðan hon ráddi fyri borgum í Bretlandi, og saman við Ronald Reagan, sum var forseti í USA um somu tíð, slóðaði hon fyri marknaðarliberalistisku bylgjuni, har marknaðurin fekk munandi fríari ræsur at virka.
Hon setti tá síni liberalistisku hugskot á dagsskrá, tí, sum hon tók til, samfelagsbyrðan var so mikið tung, at privata vinnulívið var um at kvalast. Eirindaleyst snaraði hon politiska kumpassið so langt til høgru sum til bar. Við herrópum sum, at “there is no such thing as society” fór hon í hernað móti fakfelagsrørsluni, har serliga ósemjan við kolaarbeiðararnar er minnisverd. Byggivinnan, stálvinnan og skipasmíðið í Skotlandi vóru fyri bakkasti hesi árini. Sum fjeppari av minimalstatinum útinti hon síni politisku hugskot í verki.
Skotar tóku als ikki undir við kósini hjá Thacther. At kalla allir skotar mettu, at hetta var ódámligur vælferðarpolitikkur. Burtur úr hesum spratt hugskotið um at fáa størri sjálvræði í Skotlandi. Vit vilja ikki hava eina stjórn, sum onnur hava atkvøtt fyri, sigur Angus MacNeill.
- Hvør leggur meira í skotskan politikk enn fólkini, sum búgva her? spyr hann.
SNP hevur kortini staðfest, at ætlanin hjá sjálvstýrisrørsluni er ikki at sleppa onglendingum fullkomiliga. Tey ætla sær at varðveita bretska kongshúsið, og í politiskum høpi ætla tey sær eisini at hava tætt samstarv við Ongland.
Hjartað ella heilin
Skotar eru ernir av sínum tjóðskaparliga uppruna, og teir hava altíð kent seg sum sjálvstøðugt og sermerkt fólk. Tað er kortini eingin sjálvsøgd borgan fyri fullveldi. Enn er meirilutin av skotum ímóti, at Skotland fer úr samveldinum.
Hetta er ein støða, sum ikki er okkum fremmand í Føroyum. Ríkisfelagsskapurin er fremst av øllum eitt búskaparligt samstarv. Tað vóru eisini búskaparligu viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum, sum sambandsløgmaðurin, Kaj Leo Holm Johannesen, tók fram á ólavsøku í fjør. Hann segði tá, at Føroyar kunnu fáa fíggjarligar fyrimunir, um ríkisfelagsskapurin verður dagførdur til ein felagsskap við trimum sjálvstøðugum londum. Tað er serliga spurningurin, hvussu nógv Føroyar og Grønland kunnu gera á altjóða pallinum, sum nívir løgmann. Meginreglan er, at Danmark talar vegna ríkisfelagsskapin. Trupulleikin er, at ofta eru ósemjur í ríkisfelagsskapinum. Eitt dømi eru ósamsvarandi áhugamálini hjá Danmark og Føroyum í WTO. Annað dømi er, at Føroyar kunnu ikki vera sjálvstøðugur limur í Norðurlandaráðnum. Henda dreymamyndin hjá løgmanni var tó fyri hvøssum atfinningum í Sambandsflokkinum.
Føroyski sambandsvongurin heldur, at ríkisfelagsskapurin hevur prógvað sítt virði sum trygdarnet, tá Eik Banki fór á húsagang. Tey hava eisini víst á, at Føroyar fáa góða rating frá Moody’s, tí føroyska landsstýrið hevur støðug viðurskifti við donsku stjórnina. Loysingarvongurin heldur, at føroyingar ráða ikki í Føroyum, og at fíggjarligu fyrimunirnir sum sjálvstøðugt land eru ovurstórir.
Búskaparligu viðurskiftini seta eisini dagsskránna í Skotlandi, nú fólkaatkvøðan er sett á breddan. Orsøkin til, at meirilutin enn vil vera verandi í samveldinum, er, at Skotland stendur sterkari í altjóða høpi í søguliga bretska samstarvinum. Við fullveldi viknar tann skotska røddin, meðan tað verður trupult at varðveita tænastuna í verjumálum og við øðrum eftirliti. Tey bera ótta fyri at missa fíggjarligu styrkina og sterka verjapolitikkin, sum samveldið gevur. Meirilutin av skotum væntar ikki, at tænastan á almennu veitingunum verður eins góð, sum hon hevur verið, og lívskorini verða verri, nú eldrabylgjan nærkast. Summi siga kortini, at hesi viðurskiftini koma í rættlag við tíðini, men tað fer at merkjast fyrstu árini. Onkur heldur, um tað skal hvessast av álvara, at hetta er ein spurningur um at velja við hjartanum ella heilanum – um kenslur ella rationellar avgerðir: Skotska hjartað sigur ja, men skotski heilin sigur nei.
Skotar vilja í øllum førum varðveita sama livistøði sum nú, um tey taka fullveldi, og tey skulu hava vissu fyri, at tað verður so. Við Hvítabókini, sum kom í november, hevur SNP svarað, at skotski búskapurin er væl fyri við framleiðsluni av olju og gassi í Norðsjónum, grønari orku, aling og ferðavinnuni, og tað er óneyðugt hjá skotum at framhaldandi gjalda í pengakassarnar í London. Kenslan at syrgja fyri sær sjálvum er eisini beinleiðis sjálvsstimbran, verður víst á.
Javnverdugir partar
Ein høvuðsmunur, sum ikki nívir tjóðskaparkensluna hjá skotum er, at samveldið ber heitið Stóra Bretland. Sama støðan er ikki galdandi í Føroyum. Her er tað í nógv størri mun eindarríkið Danmark, sum hevur hevjað seg upp um Føroyar og Grønland. Tað nívir hjá nógvum føroyingum. Føroyingar, grønlendingar og danir eru ikki ríkisfelagsskapsmenn á sama hátt sum onglendingar, walisar og skotar eru bretar. Ein einfaldur munur, sum kann nevnast, er, at onglendingar, walisar og skotar luttaka í OL undir felagsheitinum United Kingdom. Flaggið er Union Jack, og felagssangurin er Rule Brittania. Tað vóru hinvegin nógv, sum hildu tað vera sera óheppið, at føroyski Pál Joensen umboðaði Danmark og danska Dannebrog til OL í fjør.
Londini kenna seg í størstan mun javnsett í bretska samveldinum. Tað, sum kann fatast sum mannminkandi, at ein partur hevur valdið á einum øðrum, hevur ikki verið galdandi í Bretlandi. At summi hava verið misnøgd við, at London er politiski miðdepilin, og at summir partar hava ikki kent seg nóg væl umboðaðar, er komið fyri. Hini londini hava kortini aldri kent seg sum hjáland hjá Onglandi. Stóra Bretland er ein felagsskapur við sjálvstøðugum limum, og tað verður av somu orsøk lættari hjá borgarunum í einstøku londunum at fyrihalda seg til felagsskapin.
Fólkaatkvøðan
Støðan er nú, at skotar halda ikki, at fyrilit verður ikki tikið fyri teimum í politisku kósini í Westminister. Og tað er fremst av øllum har, at ósemjan stendur. Tað eru nógv ivamál, sum skotska fólkið skal taka støðu til. Hvussu stóran týdning hava fíggjarligu fyrimunirnir og altjóða ávirkanin við bretska samveldinum? Eru størri fyrimunir við at fara upp í onnur politisk samstørv, enn at verða verandi í Stóra Bretlandi?
Greið tekin tykjast benda á, at livistøðið hevur størri týdning enn nakað annað, nú krossurin skal setast. Avgerðin at taka fullveldi skal vera rationelt grundað. Uppgávan hjá SNP er nú at sannføra skotar um, at teir hava grein í sínum máli, tá sagt verður, at framtíðin er bjørt uttan fyri bretska samveldið, meðan Cameron og Miliband hótta og mótmæla harðliga. Avgerðin verður tikin 18. september í 2014.