?Sjung om studentens lyckliga dagar? syngja svenskarar - og tað eru eisini sanniliga eisini lukkuligir dagar.
Njótið teir! Dansið ígjøgnum tíðina sum kemur. Tit eru ung og leys og liðug við skúlan ? nú eiga tit at hava eina góða, glaða tíð.
Tað verður ikki so leingi til tit skulu taka nakrar av teimum týdningarmestu avgerðunum í lívinum.
Tá tær eru tiknar, fara tit at sneiða inn á ymiskar gøtur og fella inn í ymiskar rammur, sum tað er stórur møguleiki fyri, at tit verða verandi í fyri lívið.
Arbeiði, víðari útbúgving, hjúnarband, fastur bústaður - tað fer alt at seta nokkso føst mørk um tykkara lív.
Tað frælsið og teir møguleikar sum tit hava beint nú, áðrenn tey avgerandi valini eru gjørd - tað kemur aldrin aftur.
Brúkið tað til at víðka sjónarringin. Til at ferðast og síggja onnur lond. Til at royna ymisk sløg av arbeiði. Brúkið hesa tíðina - hetta frælsið - til at royna alt tað, sum nógv av tykkum um nøkur ár ongan møguleika fara at hava fyri royna.
Tað ger einki, um tit í tíðini sum kemur taka tykkum stundir til at fáa upplivingar av ymiskum slag. Tað verður ein góð barlast alt lívið. Og um tit nýta hesa tíðina væl, so fáa tit nakrar royndir, sum verða ein góð hjálp, tá tit koma hartil, at tit skulu velja hvørja kós tit skulu fara og hvørja tit ikki skulu fara í lívinum.
Lívsleiðin
Hetta at velja sær eina lívsleið - tað kann ofta vera trupult. Men eingin kann velja tað fyri tykkum. Eingin uttan tit veit, hvat passar til tykkum. Og vita tit tað heldur ikki - so steðgið á. Skapið tykkum eitt breiðari grundarlag av vitan og royndum fyrst. Karrieran, húsini og alt tað - tað fer ongan veg.
Tað eru 11 ár síðani eg var í somu støðu sum tit. Eg havi roynt ymiskt hesa tíðina - men vit eru øll so ymisk, at tað er ógjørligt at geva tykkum ítøkilig ráð um, hvat og hvussu tit skulu gera í lívinum.
Men tað er kortini eini ráð, sum eg haldi, at øll fáa gagn av at fylgja. Tað er, at tit í øllum lívsins viðurskiftum eru erlig móti tykkum sjálvum. At tit í øllum avgerðum tit taka, fylgja tykkara egna hjarta, tykkara egnu dreymum. At tit ikki altíð elta sum fyri er slóðað, men at tit tora at fara tykkara egnu vegir.
Vissi tit halda tað vera meira spennandi at fara til Onglands ella Italia ella Spania enn at fara til Danmarkar at útbúgva tykkum víðari - jamen so farið har!
Vissi foreldur ella lærarar ella vinir vilja hava tykkum at lesa víðari, men tit heldur vilja til skips - jamen so farið til skips.
Tað eru nógv fólk við stórari succes í samfelagnum, sum í veruleikanum ongantíð ætlaðu sær at blíva til tað, sum tey blivu til. Tey fóru leiðir sum onnur vildu hava tey at ganga, og hóast tey komu á mál - so komu tey ikki á síni egnu mál. Ofta er tað soleiðis, at tað í sjónligum sigrum liggja fjaldir ósigrar.
Trupult at fylgja hjartanum
At fylgja sínum egna hjarta og vera erligur móti sær sjálvum - tað ljóðar so lætt. - Men tað er í veruleikanum eitt tað truplasta, sum er.
Tí tað eru so nógv sum vilja hava tykkum at gera sum tey. At vera sum tey. At meina sum tey. Spyrja tit ikki allatíðina tykkum sjálvi hvørjum tit standa fyri og hvat tit vilja, so endar tað við, at missa tykkum sjálvi burtur.
Tað var einaferð ein maður sum kom inn til ein sálarfrøðing og greiddi frá, at hann ikki orkaði at liva meir. Hansara lív hevði einki virði; hansara arbeiði var meiningsleyst - hann var ikki glaður um nakað.
?Tað kann henda fyri so nógv?, sigur sálarfrøðingurin. ?Tað nýtist ikki at vera so álvarsamt. Tað, tú hevur brúk fyri, er at taka tær av løttum eitt sindur.
Tú átti at fari ein túr í sirkus. Har er ein so fantastiskur klovnur í sirkusinum - far og hygg at honum eina løtu, so gloymir tú allan tín trega?.
?Jú, men tað er bara tað?, svarar maðurin, ?at hasin klovnurin tú tosar um - tað er eg?.
Soleiðis er leikluturin hjá so ómetaliga nógvum fólkum. Í síni tráan eftir at gera onnur nøgd og vera so, sum hini vilja at tey skulu vera, leggja tey seg sjálvi og sínar egnu dreymar til viks. Tað verða ólukkulig innaní, hóast tey kanska eru vinnarar uttaná.
Í einum lítlum samfelag sum okkara, er tað sosiala trýstið helst størri enn aðrastaðni. At standa við sítt er í veruleikanum ein standandi avbjóðing hvønn einasta dag.
Mugu vera støðuføst
Í eini søgu hjá Eli Wisel er ein prædikumaður, sum kemur til Sodoma. Hann finnur sær ein kassa at standa á, og fer at prædika fyri sodomabúgvum. Í fyrstuni er fitt av fólki og lurtar eftir honum, men orðini rína ikki við tey. Og sum tíðin gongur, verða tey færri og færri, sum yvirhøvur tíma at steðga á. Til endans stendur maðurin einsamallur og prædikar - eingin lurtar.
Tá kemur einferð ein yvir til hann, og spyr hvussu tað ber til, at hann tímir at halda fram. ?Dugir tú ikki at síggja, at tú aldrin í verðini fert at klára at broyta okkum?, spyr hann.
Jú, svarar prædikumaðurin, tað skilji eg. Tá eg haldi fram at prædika kortini, so er tað, fyri at tit ikki skulu broyta meg.
Um tit ikki royna at vera sum hesin prædikumaðurin og alla tíðina halda tykkum til tað, sum er virðismikið fyri tykkum, so fara tit um koll. So verða tit ikki tykkara egnu harrar; so vera tit ikki frí menniskjur, so vera tit ein anonymur partur av massanum - another brick in the wall.
Tí tann sum ikki roynir at liva soleiðis, sum hann hugsar - hann endar vi at hugsa, sum hann livir. Og tann sum ger tað, livir ikki veruliga - hann bara er.
Ein treyt fyri at liva sum man hugsar - tað er sjálvsagt, at man hugsar. Ein treyt fyri at kunna standa við síni ideal - tað er at man hevur nøkur ideal.
Og tað er í dag ofta vanligt at hoyra fólk siga, at tað hava tey ikki. Tey meina einki, tey vilja einki, tey hava ongan dreym, einki mál, ikki áhuga fyri nøkrum.
Kanska onkur av tykkum eisini sigur so.
Men tað er ikki so. Okkurt býr í øllum. Onkustaðni inni í tykkum er ein rødd sum sigur: Hetta er tað, eg haldi! Hetta eru míni virði! Hetta er mín áhugi - tað er hetta, eg vil!
Tann sum ikki torir at lurta eftir røddini og standa við síni virði, hann endar við at sleppa teimum - og so stendur hann uttan mál og mið í lívinum.
Menniskju uttan mál og mið, enda við at blíva líkasæl. Einki hevur týdning fyri tey, einki hevur meining - lívið verður virðisleyst. Tað verður ikki ein gáva sum skal brúkast, men ein byrða sum skal fyribeinast.
Líkasæla skapar fordómar
Henda líkasæla er ein stór fólkasjúka ? bæði í Føroyum og í øllum vesturheiminum. Fólk hava slept sínum grundleggjandi virðum, og tí verður teirra lív eitt stórt vakuum. Tað verður eitt konstant og desperat stríð fyri at sláa dagarnar í hel og halda kensluni av tómleika burtur. Larmur, undirhald, materialisma kemur í staðin fyri tað, sum kundi givið lívinum veruligt virði.
Hetta skapar dovin, snævurskygd, fordómsfull og bangin fólk. Tí tann sum ikki stendur á tryggari grund sjálvur - hann ræðast altíð fyri, at onnur skulu koyra hann um koll. Tað eru trøðini við veikum rótum, sum fara í vindinum. Tann, sum einki meinar, hann torir ikki at møta teimum, sum meina nakað. Hann læsir seg inni.
Nøkur av sjónarmiðunum sum hava verið at sæð og hoyrt í orðaskiftinum í Føroyum um flóttarfólkini úr Kosovo, eru dømir um hetta. At vit ikki vilja hava neyðstødd fólk hendanvegin, tí tey hava eina aðra trúgv enn vit - tað sigur meira um okkum og okkara trúgv, enn tað sigur um tey og teirra trúgv.
Tá ein villur gullkálvadansur rendi okkara samfelag um koll í áttatiárunum - tá var tað eisini tekin um, at tjóðin var farin frá sínum søguligu, mentanarligu og átrúnaðarligu virðum.
Tað er eingin sum kann forða fyri, at eisini tit soleiðis sovna burtur í einki - uttan tit sjálvi. Og tað gera tit við at standa við tær meiningar og tey virði og tað lív, sum tit halda vera rætt.
Hetta merkir sjálvsagt ikki, at tit skulu venda samfelagnum bakið og liva sum egoististar.
Líka so týdningarmikið sum tað er at tit eru sjálvstøðug - líka so týdningarmikið er tað, at tit kenna tykkum sum partur av samfelagnum. Tað besta og mest livandi samfelagið fáa vit, tá tey sum búgva í tí hvør á sín hátt eru eitt sindur original.
Og tit hava skyldu til at gera tykkara til, at tað samfelag, tit eru partur av, verður gott og livandi.
Tí tit hava fingið nógv frá samfelagnum. Tit skulu ikki gloyma, at teir møguleikar tit hava í dag - teir eru ikki komnir av sær sjálvum.
Tað er ikki so øgiliga langt síðani, at studentsprógv var nakað, sum bara nøkur heilt fá høvdu atgongd til. Tá tað var nakað heilt serligt at blíva studentur.
Nú eru dyrnar inn til teir møguleikar sum liggja í students- og HF-próvnum, opnar fyri næstan øll. Tit eru farin ígjøgnum tær - og hóast hetta er ein serlig tíð hjá tykkum, so ger tað ikki tykkum til nakað serligt.
Tað er tvørturímóti nettupp tað, sum er tað serliga - at tað ikki er so serligt. Tað serliga er, at í Føroyum kunnu næstan øll, sum vilja tað, fáa hesi prógv.
Tað serliga er, at í Føroyum hava øll møguleikar.
Tað eiga tit at vera tilvitað um og hava virðing fyri. Tit sleppa at læra, tí at hini - ella_ samfelagið - rindar fyri tað.
Og tað skulu nógvir toskar dragast úr havinum og tað skal nógvur skattur krevjast frá verkamanninum áðrenn samfelagið kann gjalda fyri tykkara skúlagongd.
Tá hini vilja rinda fyri tað, so er orsøkin, at við vitan eigur at fylgja áhugi, og við áhuganum eigur at fylgja hugurin at virka. At taka á seg ein part av ábyrgdini fyri, at tann organisman sum okkara samfelag er, livir og mennist.
Tit hava notið gott av at vera partur av hesi organismuni. At hon framyvir fer at hava lív og góða heilsu - tað er tykkara ábyrgd. Tykkara lærdómur eigur at gagna okkum øllum.
Mugu taka ábyrgd
Tað er so vanligt í dag, at fólk krevja bæði hetta og hatta frá samfelagnum. Tey krevja sín rætt, sum tað eitur. Tí er einki galið í ? men tit eiga ikki at gloyma, at tann sum krevur av øðrum ? hann má eisini krevja nakað av sær sjálvum.
Vit eru so fá í okkara samfelag, at vit hava allar fortreytir fyri at kunna ala fram og styrkja ta kensluna av felagsskapi, sum er so ómetaliga virðismikil. Tá hugburðurin er, at tað, vit gera fyri okkara samfelag, tað gera vit fyri okkum sjálvi ? tá kunnu vit náa langt.
Tað verður ofta sagt, at vit ikki hava hendan hugburðin. Saman at standa, var ei okkum givið, plaga vit at siga.
Tað er ikki heilt rætt. Tað mest grundleggjandi eru vit samd um. Okkara mál og okkara mentan - alt tað, sum ger okkum til eitt fólk - tað standa vit saman um.
Men heldur ikki tað er komið av sær sjálvum. Tað er úrslitið av, at nakrir føroyingar fyri góðum 100 árum síðani settu sær hetta sum mál. Ein sjálvstøðug, livandi føroysk mentan - tað var teirra ideal.
Mótstøðan var stór. Nógv ? eisini føroyingar ? vildu heldur, at vit tosaðu danskt enn føroyskt. Tað eru bara 30 ár síðani, at føroyingar vóru, sum vundu Dannebrog á stong hátíðardagar.
Men hetta afturhaldið tapti. Tað tapti so dyggiliga og so fullkomiliga, at tann mentanarligi parturin av sambandsrørsluni er ikki til í dag. Eingin stríðist aktivt ímóti okkara málið og okk ara mentan, eingin er, sum ikki vil kennast við okkara Merki.
Vit hava væl og virðiliga nátt fram á tað mál, sum sett var tá hendan øldin byrjaði. Men tann sum ikki støðugt setir sær nýggj mál ? hann steðgar upp. Sovnar og minkar. Tað er bara við at seta sær nýggj mál og leggja á seg nýggjar uppgávur, at menniskjað veksur.
Tað samfelagsliga málið í dag er, at á sama hátt sum vit standa á egnum beinum mentanarliga, so skulu skulu vit eisini standa á egnum beinum politiskt og búskaparliga. Tað føroyska innihaldið skal hava ein føroyskan karm.
Hetta er eitt natúrligt framhald av tí mentanarliga stríðnum.
?Har fløggini blaktra blaktri eisini mítt? syngja vit í flaggsanginum - í ynskishátti, tí tað var alla tíðina tað, sum okkara visioneru forfedrar vildu. Har sum fløggini hjá hinum tjóðunum blaktra, har skal eisini okkara vera at síggja.
Gongst sum ætlað, er hetta aldargamla mál nú bert stutt frá okkum.
Men tað fer kortini at taka nógv ár, áðrenn vit hava bygt upp eina veruliga, sjálvberandi føroyska samfelagsskipan. Tað er ein stór uppgáva. Ein uppgáva sum fer at menna okkum og gera okkum størri og stoltari.
Men vit mugu eisini verða tilvitað um vandan í hesi gongd. Hann er fyrst og fremst ein polarisering millum tann ekstrema loysingarvongin og tann ekstrema sambandsvongin. Sleppa hesir veingir at seta dagsskránna, so kann tað føra til, at føroyingar fara í tveir bólkar. Tað kann føra til eina ráða, hatska agitatión og oyðandi fíggindaskap.
Øðrumegin hava vit teir mælsku og reyputu nationalistarnar, sum síggja gongdina sum nakað, sum er vent ímóti Danmark. Hvørs hugsanir í stóran mun eru grundaðar á fornermilsi og undirlutakenslur. Hetta er tann negativa drívmegin, heldur enn tann positiva ? og hon førir okkum ongan veg. Vit kunnu aldrin grunda okkara egna á beiskleika móti øðrum.
Hinumegin hava vit tað gamla afturhaldið. Tey, sum umboða trælalyndið í okkara tjóð. Sum ongantíð hugsa sjálvstøðugar tankar, sum aldrin fara egnar vegir, sum altíð bara elta, sum fyri er slóðað.
Eg vóni at tit duga at síggja, at vit í hesum máli ikki kunnu elta sum fyri er slóðað - rætt og slætt tí tað ikki er slóðað fyri okkum. Danmark fer ikki sama veg sum vit. Vit noyðast at ganga okkara egna veg, og finna okkara egna pláss. Vit noyðast at líta á okkum sjálvi.
Og tað er í veruleikanum tað, alt snýr seg um. At hava dirvi til at líta á seg sjálvan.
Tað er bara tann sum ikki lítir á seg sjálvan, sum ræðist sítt egna frælsi. Og tann sum ræðist sítt egna frælsi - hann ræðist seg sjálvan.
Tað eru tað tíverri nógvir føroyingar, sum gera. Mótvegis tí hjá
nationalistunum, so er hugburðurin hjá hesum fólkum grundaður á leti, mótloysi, og ótta. Og tá hann sleppur at ráða ger hann okkum dovin, dirvisleys, veik og bangin.
Tann mentanarliga tjóðskaparrørslan sigraði á hesum hugburði fyrr í øldini ? tí eru vit ein sameind tjóð í dag.
Tað sum krevst av okkum, nú vit fara inn í næstu øld, tað er at vit ikki lata hendan hugburð vera tað, sum stýrir okkara politisku avgerðum.
Líka so týdningarmikið sum tað er at tit sum persónar tora at líta á tykkum sjálvi - líka so týdningarmikið er tað, at vit sum samfelag hava dirvi til at líta á okkum sjálvi, at standa við okkara egna ? og fara okkara egnu vegir.
Hvør vegurin verður - tað er m.a. upp til tykkum.
Eg vóni at tit taka ta ábyrgdina í álvara og at tit fara at liva sum vakin, virkin menniskjur.
Takk fyri og gott summar.