Jógvan Isaksen bókmentafrøðingur
Bókmentavirðislønin hjá Norðurlandaráðnum varð latin á fyrsta sinni í 1962, og »Gamaliels Besættelse« var eitt av donsku uppskotunum. William Heinesen vann kortini ikki á hesum sinni - tað gjørdi Eyvind Johnson - men trý ár seinni fekk hann virðislønina fyri ?Det gode Håb?. Men hesuferð - og tað er einastu ferð - var hon í tvíningum. Hin partin fekk svenski mentamaðurin Olof Lagercrantz fyri verk sítt um »Divina Commedia« (Tann guddómliga komedian) eftir Dante. William var einki serliga fegin um hesa at síggja til salomonisku loysn, sum ivaleyst var tekin um, at semja ikki fekst í dómsnevndini. Danski høvundurin og útvarpsmaðurin Karl Bjarnhof hevði frammanundan á einum fundi í Det danske Akademi róð framundir, at hann skuldi síggja til, at William fekk virðislønina hjá Norðurlandaráðnum. Tað er púra sjálvsagt, at sovorðið kann eingin lova, men William Heinesen sendi honum kortini eftir avgerðina so ljóðandi speiska telegramm: ?Eg takki tær av hálvum hjarta?!
Drúgvur burður
Brævaskaldsøgan ?Det gode Håb? frá 1964 fer fram í 17. øld., og skrivingarlagið leggur seg so dánt eftir einum fornum stíli, so at lesarin skal fáa rákan av tíðini. Søgan sigur frá harðligari kúgan, fátækradømi, herviligum sjúkum, men somuleiðis frá hugdirvi og mótstøðu. Frásøgumaðurin, presturin Peder Børresen, skal ikki bara stríðast ímóti øvrigheitini, men eisini ímóti egnum veikleikum, tí hann er bæði snarsintur og vátligur. Psykologiskt veitir bókin innlit í lastir og óndskap, hvussu tað ótýdliga er uttan mark. Tað gátuføra í mannalyndinum, trupulleikin at skilja ikki bara egnar grundir, men eisini tær hjá øðrum, er eitt høvuðstema í skaldsøguni. Toleransa er ein boðskapurin.
»Det gode Håb« líkist annars burtur úr skaldskapinum hjá Williami Heinesen, bæði tí hon er søgulig skaldsøga, mátin hon er skrivað uppá, men eisini tí at burðurin var so ómetaliga drúgvur. Høvundurin hevur sagt frá, at hann fekk hugskotið til »Det gode Håb« longu í 1920?unum, og at hann skrivaði eina stytri útgávu, sum Otto Gelsted havnaði. Við millumbilum tók hann so handritið fram og arbeiddi víðari upp á tað, royndi at geva tí eitt brúkiligt snið, men tað lukkaðist einki serligt. Tað var ikki fyrr enn hann fann upp á at nýta brøv og dagbók frá høvuðspersóninum sum frásagnarhátt, at »Det gode Håb« fekk sín endaliga form.
Tað søguliga tilfarið verður handfarið rættiliga frítt, soleiðis at ymiskir tilburðir ikki fara fram í skaldsøguni, akkurát tá ið teir fóru fram í veruleikanum. Tinganes brann 30. januar 1673 - í skaldsøguni 13. mai 1670 - og admiralurin Jens Rodsten kom til Føroya í august 1670 at taka ímóti hilniseiði til Christian V - í skaldsøguni er hann nevndur Jørgen Balkenov og kemur 5. mai. Hesi dømi vísa, at Føroyar í 1600-árunum lata karmin og meira við, men evninum, og hvussu fyribrigdi verða løgd til rættis, ræður høvundurin fyri.
Fyrimyndin til høvuðspersónin er Lucas Debes (1623-1675), men hann kom til Føroya longu í 1651, meðan Peder Børresen ikki kemur fyrr enn í apríl 1669, og í juli 1670 er skaldsøgan lokin. Høvundurin hevur greidliga valt at savna hendingarnar innan ein stuttan tíðarkarm fyri at styrkja tað dramatiska í bókini, sum nettupp kundi verið fyri vanbýti í eini brævaskaldsøgu. Leggjast skal aftrat, at íblástur til tann serliga málbúnan í fittan mun stavar frá »Et Jammersminde« eftir Leonoru Christinu og so sálmunum hjá Kingo.
Reyðhærdur og grefligur
Peder Børresen skrivar til vinmannin og skriftafaðirin Jonas, sum er prestur í Romsdalen í Noreg, sum liggur næstan áraka Føroyar. Vinmenninir eru sostatt sendir út í hvør sín útjaðara á ríkinum. Ferðin hjá tí nýggja prestinum norður í hav er ikki við mýkindum, og tvær reisir verður skipið í ódnarveðrið sligið aftur til Noregs. Teir umborð síggja skipbrot, rekandi lík, toran gongur, og snarljósini skyggja. Lesarin fær kensluna av apokalypso, og at hetta er fyriboðan um ræðuligar hendingar fyri framman.
Fyri at lesarin skal kunnast við útsjóndina hjá Peder Børresen, brúkar høvundurin ta snildina, at skiparin gevur prestinum eitt bræv, sum er ætlað fútanum. Brævið sigur í stuttum søguna hjá honum, at hann kennir miklar menn - Peder Schumacher er ein - men at honum dámar væl tað váta slagið, at hann í summum hevur høgar tankar um seg sjálvan og ikki víkir fyri hvørjum sum helst. Um útsjóndina stendur, at hann er »en gammel mand på over fyrretyve år og ganske lav og bred af vækst og med et rødt og håret og meget hæsligt vædderhoved og glubsk og ilter i blikket som en panter«.
Onkur hevur viljað havt hesa mynd til at vera meinlík Trónda í Gøtu, sum hann er lýstur í einari av týðingunum av Føroyingasøgu, og at tað skal vera ábending um, at Børresen eins og Tróndur berjist ímóti fremmandum valdi. Hetta tykist mær rættiliga ósannlíkt, tí tað sum víkur frá ímillum hesar persónar er so ómetaliga nógv meiri, enn tað lítla sum líkist. Tá ið tað kemur til útsjóndina, tykist tað mær rímiligari, at William Heinesen sum ikki einaferð hevur havt pápan í huganum. Tað vita vit, hann hevði, tá ið hann lýsti sparikassastjóran Ankersen, og hann er rættiliga líkur Peder Børresen.
Skrivisjúka
Fyri at tann nógva skrivingin hjá prestinum ikki skal vera burturvið, er skaldsøgan sett saman av brøvum - til Jonas - og dagbók - til harra Peder sjálvan. Harumframt nevnir hann fleiri ferðir sína »skrive-inclination«, sum er versnað við árunum, og hann ger vart við, at hann skrivar líka so nógv fyri sína egnu skyld sum fyri Jonasar. Styrkin í dagbókslýsingunum er tað inniliga, at lesarin kemur tí skrivandi so nær. (Dagbóksskaldsøgan er ikki óvanlig í europeiskum bókmentum, t.d. Blicher »En Landsbydegns Dagbog«). Men í »Det gode Håb« eru dagbóksbrotini bara partur av eini brævaskaldsøga, sum hevur tað við sær, at tær einstøku frásagnirnar verða avrundaðar, tí tað bara verður skrivað, tá ið nakað er at fortelja.
Brævaskaldsøgan blómaði í europeiskum bókmentum í 1700-árunum - gitnar eru eitt nú Samuel Richardson »Pamela« 1740 og Goethe »Die Leiden des jungen Werthers« 1774 - og William Heinesen segði frá, at honum dámdi so óalmindiliga væl skaldsøgur frá nettupp hesum skeiði. Men tað er púra greitt, at tílíkar bøkur eru ikki sørt tilgjørdar, og fyri at fáa lesaran at gloypa bygnaðinum 200 ár seinni, ger føroyski høvundurin frá byrjan greiði fyri honum. So er leyst og liðugt at fara undir bókina uttan at hugsa meiri um, hvussu hon er sett saman.
Gandur og kúgan
Harra Peder uppdagar skjótt, at hvat pátrúgv og gandi viðvíkur, er hann komin til ta svartastu miðøld. Fólk trúgva upp á hvat sum helst, eisini fleiri av landsins fremstu monnum við próstinum á odda. Meir at siga av tilvild fær Peder Børresen skjótt orð á sær, at hann dugir meira enn at mata seg, og hóast hetta líkar honum illa og ger onkran øvundsjúkan, so er tað honum ein hjálp í summum førum, tá ið hann vil hava sín vilja.
Men pátrúgvin er meira eitt sjúkutekin enn sjúkan sjálv, sum er ein blandingur av trælkan og vánaligum korum yvirhøvur. 17.øld var um alt Europa ein niðurgangstíð við kríggjum og hungursárum, og hóast kríggini kanska ikki beinleiðis raktu Føroyar, so merktust avleiðingarnar. Hartil vóru nógv fellisár í øldini, og embætismenninir speglaðu sína tíð við sjálvsøkni og harðskapi.
Christopher von Gabel hevur fingið Føroyar í len, og ovasti maður í oyggjunum er fútin Hindskou, sum ger sítt ítasta at ríka seg upp. Á skansanum er búrkroppurin Claus Cattorp kommandantur, og hann fer við fólki sum honum hóvar og neyðtekur tær gentur, sum ikki eftirlíka honum. Harra Peder fær frá fyrstu byrjan stikni til hesar menn, og við seg sjálvan sigur hann við fútanum í huga: »thi det er uomtvistelig, at min vej må gå på tværs av hans«. Kortini hevur hann eisini stundum virðing fyri honum, tí hann eisini hevur aðrar eginleikar. Tað eyðkennir skaldsøguna, at persónarnir ikki eru eintýddir, men hava bæði góð og vánalig brigdi.
Tey, sum serliga fáa toyggið frá myndugleikunum, eru havnarfólk, og við komuna til Føroya sigur skiparin við harra Peder: »Her i Havnen [...] bor kun øvrigheden og handelsens folk og millitæret og de fattige og spedalske, og så skarnet«. Frá próstinum hoyrir hann løtu seinni somu søgu:
»Thi indbyggerne var, som han sagde, af naturen såre vrangsindede folk, ulydige og vankundige, urenlige og superstiøse og altid fulde af klagemål, og dertil særdeles utaknemmelige folk, som blot vilde nyde og aldrig yde, og som hellere føjtede omkring som landstrygere og betlede hos bønder og præster end de tog sig ærligt arbejde for. Således, sagde provsten, var den trøstesløse ånd, der rådede i denne lammenterende og knurrende by, og således havde det været fra alderstid, men aldrig så slemt som nu«.
Havnarfólk eiga ongan góðan og so slettis ikki á tingi, sum er mannað av bygdarmonnum. Hesir vilja eins og yvirvøldin vera við, at í Havnini býr bara pakk og útskot, og hóast teir ikki hava høgar tankar um embætismenninar, so kemur tað ikki upp á tal at hjálpa havnarmonnum. Tað er týðuliga eitt hjartamál hjá Williami Heinesen at verja síni gjøgnum øldir illa farnu býarfólk. (Jørgen-Frantz Jacobsen ger tað sama í »Barbaru« og í fleiri greinum).
Imitatio Christi
Umframt sjúkur og fátækradømi so er tann størsta plágan arbeiðið upp á skansan, og hesum ræður Cattorp fyri. Hann er harðrendur og dámar væl, tá ið undirmenninir sláa dúgliga. Frammalaga í søguni hoyrir Peder Børresen ræðusøgur um fólk, sum eru bukaði íhel ella vorðin krypil fyri lívið. Hann ger av, at hann vil savna vitnisburðar saman og skriva eitt klagumál og senda tað til Keypmannahavnar. Hann er greiður yvir, at gablamenninir hava eftirlit við øllum, sum fer av landinum, men hann roknar við at tað onkursvegna fer at lukkast honum.
Men fyribils má harra Peder finna seg í, at embætismenninir liva og láta, sum teimum lystir og sjálvur ferðast hann sum ein annar Kristus millum tey vesæligu og forfjónaðu. Hann roynir at hjálpa, har hann kann, men er illsintur og dámar at smakka sær á, so viðhvørt ger hann ilt verri.
Ugga og vón leitar hann sær í natúruni og í bókum eftir Augustin, Cusanus, Erasmus og Montaigne. Augustin (354-430) er rómverskur kirkjufaðir og tann størsti teologurin í frumkirkjuni, Cusanus (1401-1464) var á mongum økjum kirkjureformator og tann fyrsti sum í miðøld segði, at jørðin mól um sólina. Erasmus (1466-1536) var eisini kirkjureformator og gitin humanistur, meðan Montaigne (1533-1592) er filosoffur og høvundur frá renesansuni.
Tað sigur ikki einki um Peder Børresen, at hann umframt Bíbliuna hevur hesar humanistisku varðar í heimsbókmentum sum fyrimyndir. Tað boðar frá frílyndi og intellektuellum førleika, at tað eru akkurát hesir harrar, honum dámar best. Hann kundi jú havt valt onkrar svartskygdar protestantar.
Góðskan sigrar?
Í tráð við omanfyrinevndu harrar ber harra Peder meira enn einaferð við, hvat góðska er, og hvønn týdning hon hevur: »Ja, selv om godheden ikke fører til et vitterlig synligt resultat, så er alene dens tilstedeværelse blandt mennesker en livsens nærende og forfriskende kilde, thi det er dog den, der gør et menneske til menneske, skabt i Guds lignelse!«
Í hugleiðingum, sum William Heinesen gjørdi sær framman undan útgávuni av »Det gode Håb« skrivar hann: »Uden en vis ballast af håb lader menneskelivet sig nu engang ikke leve, og den megen håbløshed og fortvivlelse i vor tid udæsker, som naturligt er, den menneskelige selvopholdelsesdrift, hvilket giver sig udslag i protestbevægelser, der fører håb og vilje til positiv handling i deres skjold«.
Góðskan í sjálvum sær er ein aðaltáttur í skaldsøguni, men somuleiðis at tú skalt stríðast fyri henni. Harra Peder sigur seg vera samdan við Bræv Jákups: »Men vilt tú vita, fákunna menniskja, at trúgvin er ónýtt uttan gerningar?« (2,20). Hetta sampakkar eisini væl við, at høvundurin segði seg hava roynt at mynda lyndi hjá prestinum eftir vinmanninum Hans Kirk, sum leitaði sær ideologiska styrki í marxismuni, á sama hátt sum Peder Børresen fær hana úr Bíbliuni. Var nakar ein ótroyttiligur stríðsmaður á fold, so var tað Hans Kirk.
Tað lukkast harra Peder at fáa klaguna av landinum, og eina tíð seinni kemur krígsskipið Fredericus Tertius við Balkenov admirali at kanna klaguna, sum er komin væl við hjá fíggindum Gabels. Tað er sostatt ikki fyri at hjálpa hvørki harra Peder ella føroyingum, at teir vilja leggja seg út í viðurskiftini, men fyri at fella Gabel.
Á einum stak spennandi lýstum tingfundi lukkast tað at enda at fáa føroyingar at standa saman um eina klagu av viðurskiftunum, og Balkenov fer niður við henni. Fútin fer við, so hann kann verja seg. Ímeðan ræður kommandanturin, og hann er ørari enn nakrantíð. Úrslitið er uppreistur, bál og deyði hjá bæði góðum og ringum, men tá ið avtornar eru nýggir mans komnir í at kalla øll størv, og Peder Børresen veit við sjálvum sær, at hann hevur funnið sín stað á fold.
Loyndarfull allegori
Sum í fleiri øðrum av skaldsøgunum hjá høvundinum er hjálparfólk uttanífrá við í spælinum. Hevði Peder Børresen ikki frá lestrartíðini kent Peder Schumacher, og hevði hesin ikki verið argasti fíggindi Gabels, so hevði ein klaga frá einum presti, sum er bæði illur í sær og vátligur ikki havt ein kjans.
Eitt annað, sum eisini gongur aftur frá bæði »Noatun« og »De fortabte Spillemænd«, er dreymurin um at finna ein skatt. Í »Det gode Håb« finnur gravarin Faramod í fjøruni eitt skrín við einum dýrabærum hálsprýði. Harra Peder biður hann fyri Guds sakir ikki vísa nøkrum tað, og alla skaldsøguna á tamb bíðar lesarin eftir, at hesin gripur skal fáa onkran týdning í søguhøpi. Tað fær hann ongantíð, og tað rennur fram fyri teg, um hetta er ein leivd av onkrari ætlan, sum ávegis tann langa skapanarteinin er vorðin til einkis.
»Det gode Håb« er søgulig skaldsøga, og sovorðnar siga eisini søguna, um tað skeið tær eru skrivaðar. Nútímans hugsanarháttur kemur t.d. fyri í hesi mynd av kommandantin Cattorp: »Visselig har han et koldsindigt og tvært hjerte og ikke mere forstand end en tumpet pog, men er dog intet mere umenneskelig og ufatteligt monstrum end så mange andre militæriske mænd, når de, deres pligt og løfte tro, blindt parerer de ordrer, de får af deres foresatte, hvorved de mener sig for eget ansvar aflastede«. Her hoyrist eitt ekkó av rættargongdunum í Nürnberg aftan á 2. veraldarbardaga.
Summi bókmentafólk vilja vera við, at »Det gode Håb« er høvuðsverkið hjá Williami Heinesen. Tað haldi eg ikki, men hon er spennandi og hugfangandi, og tú lesur teg beint tvørtur ígjøgnum hana. Tú kanst siga, at William Heinesen her sameinir ta dramatisku skaldsøguna við eina allegori upp á kúging og mergsúgving av hjálondum.