Tann veruligi útlendingapolitikkurin hjá landsstýrinum

Tað hevði verið rættvísari um hasi, ið ynskja at koma inn í okkara serstaka land við kórsangi og øllum møguligum øðrum góðbitum, ístaðin vórðu biðin um at sýna fram sín yrkisliga dugnaskap frammanfyri einum paneli

Agga Niclasen
attitude@niclasen.fsnet.co.uk

Ove Joensen var heppin, at Jógvan við Keldu ikki var landsstýrismaður í innlendismálum sum hann, aftan á at hava róð til Danmarkar, nærkaðist Vága Floghavn. Tí í so føri hevði núverandi innlendismálaráðharri, saman við einum riðili av tænastumonnum, staðið við síðuna av sjálvari breytini og, ígjøgnum ein av hasum svalligu megafonunum, rópt: »Drongur mín, tíanverri, tú kanst ikki koma inn í landið. Her er fult-upptikið, góði!«
Heilt til komandi løgtingsval fara Fólkaflokkurin við hr. við Keldu á odda og við Javnaðarflokkinum tvassandi aftaná, í leiklutinum sum hin kúgaða konan heima við hús, at kappast um hvør kann vera mest fremmandahatandi. Seinast, til ta síðstu styrkiroyndina, sigraði við Keldu.
Men um ikki so langa tíð rokni eg við, at kappingin fer at taka seg upp aftur. Og aftur hesaferð fer núverandi landsstýrismaður í innlendismálum at vinna á umboð Javnaðarfloksins  tað fer at leika á nakað soleiðis:
Gerhard Lognberg fer at boða frá, at øll samkynd í Føroyum, sum ikki eru føroyingar, skula potast í legur inntil tey blíva "natúrlig", meðan føroyingar, teir "ónatúrligu", skula útflytast (sambært verandi praksis).
Tað ber so við sær, at Jógvan við Keldu boðar frá, at hann fer at taka møguleikan hjá innflytarum at søkja um forsorgarhjálp aftur; men Gerard svarar aftur við ikki at loyva teimum søkja arbeiði sunnanfjørðs.
Tað førir so aftur við sær, at Jógvan boðar frá, at innflytarar, hannslagið, ikki muga veita okkara kvinnum dárandi eygnasamband, serliga ikki klax-gentum og gentunum í kristni-fasistiska Zarepta; men Gerard kemur sterkt aftur við ikki at loyva teimum at fáa meira enn tað eina barnið, og at tað skal ganga í sunnudagsskúla... tí tað ger hann. Men Jógvan gevist ikki so; eftiransin langar hann allar fingrasnipparnar á borðið samstundis  og boðar frá, at hann fer at taka børnini frá teimum.
Men, men, Gerard kemur aftur; og tað ger hann við at boða frá, at allir ikki-føroyingar við bústaði í Føroyum, og sum onkursvegna hava lokið læraraprógv her á landi, burdu staðið fyri fjarundirvísingini á útoyggjum. Men so fer tikk-takk-Jógvan, í Degi og Viku, at boða frá, at tú slettis ikki burdi fingið loyvi at verið upptikin á Føroya Læraraskúla uttan so, at tú ert føroyingur... og tá er tað blivið so ógvusligt, at Gerard koyrir hendurnar upp og sigur: "So for sørin, tú ert bara for góður fyri meg, Jógvan! Eg... eg klári ikki at sláa hattar".
Eisini, um ikki so rúma tíð, fer landsins leiðsla at borðreiða við eini kvotuáseting. Hugsingin er eyðsæð: um kvotur rigga fyri fiskar, íðan, tá átti hon eisini riggað fyri innflytarar. Men honum so líkt hevur Jógvan við Keldu eitt síðuuppskot í kvittan-um: at møguligir innflytarir áttu at verið veittir stig so lættari at kunna rokna út, hvørt teir fara at blíva ein "búskaparligur fyrimunur" fyri landið; og um teir ikki fáa nóg nógv stig, ja, so koma teir ikki inn.
Tað hevði verið rættvísari um hasi, ið ynskja at koma inn í okkara serstaka land við kórsangi og øllum møguligum øðrum góðbitum, ístaðin vórðu biðin um at sýna fram sín yrkisliga dugnaskap framman fyri einum paneli standandi av Kim Hansen, Fríðbjørg Jensen, Sharon Osbourne og, ikki at gloyma samheitið fyri dupultmoralin sjálvan, Ólavi í Beiti.
Flest teirra høvdu fingið hr. í Beiti at knurra: "Kallar tú hatta timburmanshandverk? Tað er ússaligt. Far aftur til Burma, tú hevur uppiborið at verðið píndur!"
Tað sagt, so komu nøkur ígjøgnum nálareygað til ta stórslignu "Immigrant Idol"-finaluna, har ein sjónvarpshyggara-atkvøðugreiðsla gjørdi av, hvørji tólv fingu loyvi at verða verandi í tí landi, har børn fáa loyvi at vera børn og Kristian Megafon-Magnussen tað sama. Forrestin, Kristian, tær nýtist ikki at rópa so hart frá løgtingsins røðarapalli, vit høvdu hoyrt teg óansæð.
Ja, ja, slá tú bert hatta upp í glens, men hvussu kunna Jógvan við Keldu og hansara 4 løgfrøðingar vita, hvør fer at verða ein "búskaparligur fyrimunur"? Kanska ætlar Innlendismálaráðið at seta seg í samband við okkurt anti-metodiskt partafólk hjá Olgu Hentze, ella New Age-snorandi SkilaKeyp, at fáa viðkomandi at standa við innflytarakøina og lesa í lógva hjá teimum, ið søkja politiskt friðskjól ella vilja eitt betri lív fyri seg og síni. (Tú veitst, júst sum føroyingurin gjørdi fyrst í 90unum við at leita sær til Danmarkar  ríkisbrøður ella ei, og uttan lógvalesnað.) Síðani kann sáttmálasetti einstaklingurin koma við einum postmodernistiskum viðmæli fyri burturvísing grundað á hvør hevur eina ramliga byrðulinju.
Ætlanin tykist vera at vit loyva onkrum inn treytað av, at viðkomandi er lækni ella kann gera eitt arbeiði, vit hava tørv á. Tí vildi tað ikki verið annað enn "natúrligt" hjá løgmanni at biðið Jógvan við Keldu kasta alt lóggávuarbeiði og einhvørja "út-greining av útlendingapolitikkinum", hann og teir fýra í løtuni eru í holt við, fyri borð og plasera ordrar.
Til dømis er læknatrot í Føroyum í løtuni. So Innlendismálaráðið átti alt fyri eitt skrivað til nýggja monarkin í Saudiarábia og spurt: "Hevði tað ikki latið seg gjørt at pínt okkurt um 5 læknar, harav ein ortoped, soleiðis at teir høvdu kunnað søkt um friðskjól í okkara landi, lætt um arbeiðsbyrðuna hjá núverandi læknum, og yvirhøvur veitt okkum búskaparligar fyrimunir."
Vit kundu helst verið uppaftur meira umhyggin. Tað kann væl vera at ein italienskur orðabókasmiður er ein fyrimunur so leingi sum hann arbeiðir... men um vikuskiftið lænir hann bøkur frá Landsbókasavninum, fær sær tað besta plássið í Gallarí Jinx og heima hjá fólki  lokkar fólk at fara ein túr til Toskana í summarfrítíðini ístaðin fyri at stuðla ferðing innanoyggja við at taka seg saman til ein frískligan túr til Svínoy, og vísir seg tí at vera ein høpisleys byrða.
So hví ikki lata italienska akademikaran sleppa at verða verandi ímeðan hann arbeiðir, tínæst koyra hann í útlegd hvønn fríggjadag eftir arbeiðsdag til hann tímir at vera ein fyrimunur aftur? Eg meini so við, hvat eru vit, tá ið samanum kemuridiotar?
Tað kundi verið ført fram, at føroyska samfelagið verður ríkað av innflytarum, sjálvt tá ið teir ikki eru "búskaparligir fyrimunir". Men, at síggja til, er tað ikki rætt. Tessvegna, næstu ferð tú spaserar framvið Restaurant Toscana, tá hav í huga, at veruligi spurningurin er ikki hvussu væl maturin smakkar í tekkiligu matsovuni og aðramáta ríkar høvuðsstaðin, men um hon kundi givið uppaftur meira av sær um broytt til skrivstovupláss hjá Landsverk.
Har muga annars vera nøkur lond, ið høvdu ynskt at kunna sett í gildi líknandi reglur til tær, Jógvan við Keldu fer at taka niðan í Løgtingið, tá ið vit seta búgv uttanlands. Eg tori at vedda uppá  um vit nú skúgva ríkisfelagsskapin, og hvat hann ber við sær, til viks  at Danmark hevði elskað eina lóg, ið ljóðaði nakað soleiðis: "Tú verður mettur at hava lokið treytina fyri burturvísing um tú gert teg sjálvan til eina búskaparliga byrðu við at a) óheimilað søkja um íbúðartrygging ella b) sýta fyri at gerast dani og ikki í nóg stóran mun takka veruligum dønum fyri at sleppa at búgva í landinum."
Kortini, eg loyvi mær ivast í um nakað av hesum yvirhøvur snýr seg um búskap. Eg trúgvi at tað snýr seg um, hvussu vit í Føroyum og Danmark, nei, ikki endiliga lesa Ekstra Blaðið og líknandi meiningsskapandi øsingarbløð, men trúgva tí, har er at lesa.
Óupplýst ella lítið reflekterandi fólk hava nevniliga lyndi til at trúgva tí, øsingarbløð borðreiða við, fyri síðani at algilda: at flestallir innflytarar, tá ið samanum kemur, eru júst soleiðis sum øsingarbløð siga teir eru. So at skilja at tá ið bløðini geva frágreiðing um Ahmed, ættaður úr Rabat, sum  aftan á at hava givið seg út fyri at vera ein eldávaringar-seljari  skumpar frøken Kildevæld um koll, rennur uppá og inn í sovikamarið, stjelur hennara silvurlutir og setur eld á húsini, at tá hava fremmandahatararnir ein sovorðan ófantaligan hug til at stinga hesar heldur harðligu eginleikar hjá Ahmed í allar innflytarar.
Tó, tað sum veruliga fær ilt í smáborgarliga xenofobin, er frásagnin um hvussu Ahmed, nettliga, syrgdi fyri at plasera brillurnar á nøsina á frúuni so at hon hevði møguleika fyri at fylgja við, meðan húsini brunnu í grund.
Jú, haturin til fremmand er vorðin so útbreiddur og so inntonktur, at xenofobar hava megnað at billað sær inn at hvítar kvinnur fáa minni ilt og verða minni særdar um neyðtiknar av einum innflytara enn av einum "uppruna"-búgva. Ella, kundi tú sagt, av einum ólittum manni enn av einum littum. Men, bíða nú, í tí føri hevði tú nærkast rasismu; og tað sigur Jógvan at man ikki nýtist at vera... bert tí at man hevur eina "meining um tingini" og ger mun á littum og ólittum.
Tað er sum við teim heimleysu í Havn; fólk skíra tey "ein trupulleiki" ella "neyðardýr". Men heimleys eru bert ein trupulleiki, um tey ikki hava eitt alternativ. Um tey hava eitt standandi tilboð um at koma inn í skipaða vælferðarsamfelagið, men velja ikki at taka av, íðan, tá eru heimleys ikki ein trupulleiki; eins væl og vit onnur ikki hava nakran trupulleika. Hetta kallast liberalisma, veruligt møguleikasamfelag.
Sama er við innflytarum. Teir fáa ikki bjóðað nakað alternativ... uttan so at tað, at verða potaður í eina legu í 2 ár, har tú sleppur at spæla ping-pong og drekka øl, er eitt. Vinmaður vín úr Bosnia-Hersegovina, ný-universitetslærdur verkfrøðingur frá Mostar, føldi nevniliga ikki eina 2 ára innstikan at vera eitt alternativ. Tá ið hann so slapp út mátti hann, um hann ætlaði sær at arbeiða sum verkfrøðingur í brillianta Danmark, taka heila molevittið umaftur. Ja, hann skuldi enntá taka eitt pre-skeið varandi eitt ár fyri at kvalifisera seg til verkfrøðingaskúlan.
Fyrst nú, 12 ár aftaná at hann kom inn í Danmark, arbeiðir hann sum verkfrøðingur í Aalborg. Men hann er eisini óvanliga ryggsterkur... og tolin. Nøkur teirra, hinvegin, eru ikki; og eru tað eisini hesi, vinstra- sum høgrasinnað øsingarbløð bíða eftir skula forfumma seg. Hetta er sjálvandi óæriligt, men tað fær fólk, frammanundan illgrunasom mótvegis øðrvísi fólki, at gerast xenofobisk við tí yvirskipaða endamáli: at landið verður verandi óbroytt.
Nei, einki undur í at menn, ið ditta sær líknandi illgrunasom brøgd sum tað hjá Ova, ikki longur fara einsamallir út um landoddarnar. Í hesum xenofobisku tíðum, við plásstroti í hvørjum landi, er ikki gott at vita, hvørt man sleppur inn aftur.