Mansflogbóltur
Tað er einki at ivast í, at árið í ár bert er eitt av teimum hjá Fleyr, sum skjótast gjørligt skulu í gloymibókina. Eitt er, at felagið undan árinum hevði gjørt av, at nú skuldi eitt nýtt lið spælast saman, og at felagið tí ikki hevði arbeitt við at fáa nakran serligan styrk til felagið.
Hinvegin er tað samstundis ein sannroynd, at øll hini feløgini í deildini hava roynt at styrkt sær um hópin, og tað hevur merkt, at gloppið frá Fleyr og so til hini er vorðið óvanliga stórt.
Spenningur hevur mest sum ikki verið í nøkrum einstøkum setti hjálinum, og soleðis var eisini sunnudagin, tá grannauppgerðin móti Fram stóð á skránni.
Hóast Fram hendan dagin hevði trupulleikar av at manna liðið, tá fleiri leikarar høvdu forfall, so kom ongan tíð upp á tal at geva nakað sum helst frá sær í dystinum. Uttan stórvegis hóvasták vórðu tey trý settini fingin til høldar, og eftir eitt vikuskiftið av tí meira friðarliga slagnum kunnu teir í Fram nú gera seg til at taka ímóti ÍF komandi vikuskifti. Og einki er at ivast í, at tað verður ein heilt annar dystur.