Tannleyst í Havn

Stríðið um Havnina í flogbólti leygardagin, gjørdist ikki ein av teimum bestu dystunum og náddi ongantíð upp á tað støði, sum hesi liðini hava leikt á fyrr.

 

Fleyr - Fram 1 ? 3 (25 ?18, 13 ? 25, 22 ? 25, 17 - 25)


Flogbóltur, menn


Samanumtikið vóru gjørdir ov nógvir persónligir feilir, og til tíðir kundi tað sæð út til, at tað liðið sum vann, var tað liðið, sum gjørdi minst feilir, og ikki tí at tað endiliga hevði so nógv góð álop ella blokkar.


Fleyr best frá byrjan

Fyrsta settið gekk javnt á fram til støðuna 18 ? 15 til Fleyr, tá Fram tók eitt time-out, men eftir hetta fekk Fram bert tvey stig, og Fleyr vísti hesa løtuna gott spæl, og við hjálp av nógvum persónligum feilum, ? smassj út av vøllinum - megnaði Fleyr at vinna settið uppiborið 25-18.

Men so støðgaði alt upp hjá Fleyr í tí næsta settinum. Liðini fylgdust upp á 4-4, tá Ragnar Petersen fór at serva. Og hann servaði heilar 5 servir á rað, soleiðis at støðan gjørdist 8-4 og løtu seinni servaði Pasco 6 bóltar á rað, soleiðis at Fram kom framum 17-9. Pasco skifti ímillum stuttar og langar servur, og hetta sá út til at órógva Fleyr-liðið í móttøkuni, sum henda dagin ikki hevði Jan Hentze við, vegna skaða. Fleyr hevði fleiri møguleikar at vinna nakrar bóltar hesar løtuna, men alt var misbrúkt. Rúni Weihe frá Fram hevði tó eisini okkurt gott kombinatións-smassj á miðjuni, og hetta var kanska einasta ljóspunkt í øllum dystinum.

Fram vann settið uppiborið 25-13.


Og Fram helt fram

Triðja settið var javnari. Fram kom á odda 20-17, men Fleyr fekk kempað seg upp á 20-20, men so var nóg mikið. Fram vann trý stig á rað og kom framum 23-21, men fleyr kom upp á 22-23, men tapti so 25-22.

Fjórða og seinasta settið var eisini javnt í byrjanini, og støðan var eitt skifti 12-13, men so fekk Fram tvey góð servupartí, og legði seg klárt á odda og vann settið 25-17 og harvið dystin 3-1.

Fleyrliðið fekk ongantíð miðálopið at virka í hesum dystinum, og sama kann sigast um Fram. Tað er ov ofta, at miðáleypararnir trekkja ov tætt til netið, og tá kann ein ikki rokna við, at tað vera tey bestu smassjuni, ein fær burturúr.

Men samanumtikið ikki ein dystur, sum ein fer at minnast leingi vegna tað góða spælið, men heldur tí at tað vóru nakrir áskoðarar til dsytin. Og tað er ein framgongd.