Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í Strømsgodset eru í hesum døgum í Marbella í Spania.
Seinnapartin var venjingardystur á Marbella Football Center, har Strømsgodset spældi venjingardyst móti Polissya Zhytomyr, ið spælir í bestu ukrainsku fótbóltsdeildini.
Polissya Zhytomyr vann dystin 2-1. Í steðginum var tað tó Strømsgodset, ið var á odda 1-0.
HER ber til at síggja og hoyra eina samrøðu við Mattias um ta fyrstu tíðina í Strømsgodset: https://www.facebook.com/reel/1002413215622679











