Tap til føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini

Annika Fríðheim Petersen fekk aftur møguleikan í málinum hjá Nykøbing Falster í dag

Hetta gjørdist heldur ikki ein góður dagur hjá føroyingaliðunum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.

 

Súna K. Hansen (myndin), Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í Ajax taptu á heimavølli 25-28 fyri Aarhus United. Í steðginum var Aarhus á odda 13-11.

 

Súna skoraði trý mál, legði upp til eitt mál og vann liðnum eitt brotskast. Lív skoraði tvey mál í dag. Rakul Wardum var ikki við í hópinum hjá Ajax í dag.

 

Ajax er næstaftast í deildini við bert sjey stigum nú bert fýra umfør eru eftir at leika í grundspælinum, so tað sær ikki gott út.

 

Liðið hjá Anniku Fríðheim Petersen, Nykøbing Falster var fyri stórtapi 22-33 móti oddaliðnum, Odense á útivølli. Í steðginum var Odense á odda 16-12.

 

Tað gleðiliga var tó, at Annika slapp at verja málið hjá Nykøbing Falster seinasta partin av dystinum,  har tað eydnaðist henni at bjarga trimum av 12 málroyndum hjá Odense. Tað hevur verið heldur soltið við spælitíð til Anniku seinastu tíðina. 

 

Nykøbing Falster er nummar seks í deildini við 24 stigum.