Føroyar spæla í dag fyrsta dystin í HM-undankappingini móti Ukreina. Hóast talan er um dyst millum Føroyar og Ukreina, verður dysturin leiktur í Italia, har undankapping er teir komandi dagarnar millum Føroyar, Ukreina, Italia og Rumenia.
Dysturin, ið byrjaði klokkan 15:30 kann fylgjast beinleiðis við at lurta á www.midlar.fo, har Tróndur Arge sigur beinleiðis frá úr Italia. Eisini ber til at fylgja dystinum í sjónvarpinum, sum sendir beinleiðis. Tað kanst tú eisini gera við at trýsta á her.
Ukreina – Føroyar 30-22 (17-13)
Liðugt 60 min: 30-22 til Ukreina – So er fyrsti dysturin hjá føroyska liðnum í Italia liðugur, har Ukreina vann ein 30-22 sigur móti Føroyum. Sum heild gekk tað illa hjá føroyska liðnum at fáa mál stóran part av dystinum, meðan ávísir trupulleikar eisini vóru við verjuspælinum. Fleiri ferðir høvdu Føroyar møguleika fyri at minka um munin í dystinum, men hvørjaferð tá gyltir møguleikar vóru í dystinum, misnýttu føroysku leikararnir.
50 min: 27-18 til Ukreina – Tað hevur einans eydnast føroyska liðnum at fáa eitt mál seinastu tíggju minuttirnar. Tað eina málið skoraði Kjartan Johansen eftir eitt skjótálop. Tað er lítið at ivast í, at dysturin móti Ukreina er taptur, og nú tykist bert spurningurin bert vera, hvussu stórur munurin fer at vera.
40 min: 24-17 til Ukreina – Munurin veksur støðugt millum Ukreina og Føroyar, og nú er ukreinar sjey mál frammanfyri føroyska liðið. Tó hevur gingið væl hjá Peter Krogh, ið hevur fingið trý av teimum fýra málunum sum føroyska liðið higartil hevur fingið í seinna hálvleiki. Tað er serliga í verjupartinum at tað haltar hjá føroyska liðnum.
Hálvleikur 30 min: 17-13 til Ukreina – Tað gongur framvegis væl hjá føroyska liðnum at fáa mál, og seinastu tíggju minuttirnar er stóri skjúttin á føroyska liðnum, Peter Krogh, av álvara komin í gongd. Men Ukreina eru eisini sterkir í álopspartinum. Serliga er tað ein bakspælari, ið hevur eina fortíð í Paris Saint Germain, ið er ringur at verja seg fyri.
20 min: 11-7 til Ukreina – Nú gongur betri hjá føroyska liðnum at fáa mál, men munurin er framvegis fýra mál. Sámal á Tjaldrafløtti, sum á fyrsta sinni roynir seg í landsliðssamanhangi, hevur fingið tvey mál fyri Føroyar higartil, og tað hevur Nicklas Selvig eisini.
10 min: 6-2 til Ukreina - Føroyar hava ikki fingið bestu byrjanina. Eftir fyrstu 10 minuttirnar eru ukreinar á odda 6-2. Serliga hevur gingið illa hjá føroyska liðnum at fingið bóltin framvið ukreinska málverjanum.
Føroysku málskjúttarnir: Peter Krogh 7 mál, Nicklas Selvig 6 mál, Hilmar Leon Jakobsen 3 mál, Sámal á Tjaldrafløtti 2 mál, Kjartan Johansen 2 mál, Jónas Djurhuus 1 mál.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa við, hvør skoraði fyrsta málið hjá Føroyum í seinna hálvleiki. Tí manglar eitt mál skrásett.