Stutt eftir at kórið vann eina altjóða kórkapping í Barcelona, vann Tarira, stjórnað av Jóhannesi Andreasen, í gjár føroyska Kórfestivalin í Norðurlandahúsinum.
11 kór kappaðust um heiðurin at vinna kórfestivalin. Talan var bæði um gomul kór sum Tórshavnar Kamarkór og lutfalsliga nýggj kór sum kvinnukórið Flóð. Fleiri ung kór vóru við í ár, so sum Xperiment og rútmiska kórið í miðnámsskúlanum á Kambsdali. Talan var bæði um lutfalsliga professionel kór sum Tarira og áhugakór sum Morgunkórið. Húsakórið, kórið hjá føroyskum útisetum í Keypmannahavn, luttók eisini í kappingini.
Kórini framførdu ein ella tveir sangir hvør og síðani fóru dómararnir til síðis at avgera, hvør skuldi vinna. Áhoyrararnir fingu eisini høvi at lata eina áhoyraravirðisløn.
Meðan atkvøðurnar vóru taldar, sungu fyrst eitt íslendskt kvinnukór og síðani eitt felagskór, stjórnað av kenda danska kórleiðaranum, Alice Granum.
Dómararnir valdu at handað Tariru fyrstu virðislønina, Tórshavnar Kamarkór fekk aðru virðisløn, meðan Gøtu Kirkju Ungdómskór fekk triðju virðisløn. Dómararnir valdu eisini at handa Ólavi Hátun Herðaklappið.
Áhoyrararnir handaðu Gøtu Kirkju Ungdómskóri áhoyraravirðislønina.
Talan er um fjórða kórfestivalin á rað, sum hevur avloyst siðbundnu kórstevnunar, ið hava verið hildnar í meira enn fimti ár, síðani 1967. Eins og við kórstevnunum er endamálið við kórfestivalinum at fremja og menna føroyskan kórsang. Ólavur Hátun, sum fekk Herðaklappið, tók stig til fyrstu kórstevnuna.