Tavan 10 miljónir í avlopi

- Hetta er nógv tað besta árið hjá okkum, síðan vit fóru undir gulllaksaframleiðslu á Tavuni í 1994, sigur Jóan Magnus Rasmussen, stjóri. Portalurin hevur leingi havt varhugan av, at gulllaksavirkið Tavan í Leirvík hevði eitt rættiliga gott ár í fjør. Nú váttar stjórin, at úrslitið í fjør slær øll met í søgu felagsins.

Jóan Magnus Rasmussen sigur, at úrslitið í 2009 soleiðis er nógv tað besta nakrantíð ? ella heilar 10 miljónir krónur í avlopi!

Hann vísir á, at roknskapurin fyri 2009 er liðugur.

Stjórin er sera fegin um gongdina og sigur seg hava nógv at takka sínum arbeiðsfólki og veitarum fyri.

- Hetta er nógv tað besta árið hjá okkum, síðan vit fóru undir gulllaksaframleiðslu á Tavuni í 1994, sigur Jóan Magnus Rasmussen.

Tavan í Leirvík arbeiðir gulllaks í summarhálvuni og upsa í vetrarhálvuni.

Virkið tók ímóti fyrstu gulllaksalastini í fjør hin 8. apríl, og tá vertiðin var liðug, var samlaða nøgdin av gulllaksi, sum virkið hevði keypt, tilsamans 11.200 tons.