Taxakoyring í Havn

Johan Mortensen, Valevni hja Tjóðveldinum
-----

Tað er hugaligt og gott at tú alt samdøgrið kann ringja um tær tørvar ein taxa.Vit hava eina góða og vælvirkandi taxaservice í Havn.

Men hvussu eru so líkindini hjá hesum fólkum sum skulu liva av aksturvinnuni ? Tað eru umleið 30 fólk sum burturav liva av at koyra taxabil. Loyvi til at koyra taxabil fær tú frá Býráðnum eftir ávísum treytum. Tað hevur av og á ljóðað at henda vinna skal liberaliserast so at einhvør uttan størri hóvasták kann fara at koyra taxabil. Hetta haldi eg er skeivt, vit skulu hava avmarkað tal av loyvum so frægasta úrtøkan kann fáast til loyvishavararnar og vinnan verður hildin á einum høgum tænastustøði

Vit hava ókeypis bussar í Havn og tað hava nógv stóra gleði av. Men hesir ókeypis bussar viðføra eisini eina ótilætlaða kapping hjá okkara taxabilum ! Tá stóru ferðamannaskipini koma á Havnina er Kunningarstovan skjót at siga hesum fremmandu fólkum frá at bussar okkara eru ókeypis hjá teimum at nýta. Hetta hevur viðført, at teir mongu og kærkomnu túrarnar sum okkara taxabilar td., høvdu til Kirkjubøar við ferðafólkum eru burturdottnir. Eg haldi ikki at hesir dollars turistar skulu koyra ókeypis !

Airport-shuttle service sum taxabilarnar fóru undir fyri nøkrum árum síðani er eitt sera gott tiltak og við vælnøgdum viðskiftafólkum. Men eisini her er ólíka kapping : Strandferðslan hevur buss standandi til hvørja komu á flogvøllinum. Bussarnir eru útliciteraðir og hevur tað onki at siga fyri licencetakaran um lítið og onki ferðafólk fer við bussinum. Eg haldi at taxabilarnar burturav skuldu átt henda flutning til og frá flogvøllinum, hetta er ikki longur eitt øki hjá Strandfaraskipum Landsins at røkja, latið privatu vinnuna eiga henda flutning, so verður hon best rikin !

Komi eg í Býráðið vil eg arbeiða fyri at okkara taxabilavinna fær optimalar umstøður at virka undir, beinanvegin.