Temperatururin var høgur á veg suður við Smyrli síðsta sunnukvøld. Seks stig vóru í ferðagóðsinum– trý í FC Suðuroy posanum og trý í TB posanum.
Tvøramenn vunnu 3-0 sigur í Streymnesi, og tað var sannførandi. Patrik Johannesen vardi málið, og tað gekk fínt. Tá ið TB seinnapartin fær vitjan av HB, verður tað aftur Ivan Stojkovic, sum fer at verja TB málið, og Patrik Johannesen er millum teir, sum kappast um tey tíggju plássini úti á vøllinum.
Síðani vøllurin við Stórá varð tikin í nýtslu, hevur vónin í TB leguni verið, at talan skuldi vera um heimaskansa. Soleiðis hevur tað ikki verið higartil í ár. Umframt 3-2 tap ímóti NSÍ hevur talan verið um tríggjar javnleikir:
-Marginalirnir hava ikki koppað okkum til fyrimunar á heimavølli, har tað tvær tær seinastu ferðirnar er endað við javnleiki. Tað gevur ov lítið. Ímóti EB/Streymi høvdu vit tak á tí, og nú bíða vit eftir, at tað skal eydnast at vinna fulla úrtøku á heimavølli. Vit geva okkum fult og heilt alla tíðina, og tað fer eisini at bera úrslit við sær á heimavølli, sigur TB miðvallarin Heini Mikal Mortensen.
Hjá HB var tað eitt av fleiri vónbrotum higartil í ár, tá ið tað í fjórða umfari endaði málleyst í Gundadali ímóti TB. Síðsta sunnudag koppaði tað HB til fyrimunar á heimavølli ímóti Víkingi. Harvið eru FM favorittarnir aftur á heiðursmerkjaplássi.
-Tað var viljin, sum fyrst og fremst var orsøkin til, at vit vunnu 2-1 ímóti Víkingi, og hann er fyrsta treytin, um tað skal eydnast okkum at vinna í dag á útivølli ímóti TB, men so mugu vit framvegis arbeiða støðugt og nógv, sigur HB málverjin Teitur Matras Gestsson.
Tað er ikki so ofta, at HB vinnur færri dystir, enn har tað ikki eydnast at vinna. Soleiðis er tað higartil í ár. HB hevur vunnið fýra dystir, og fimm ferðir hevur talan verið um javnleik ella tap. Tølini siga, at tað hevur ikki eydnast so væl í álopspartinum. Fýra lið hava skorað fleiri mál, enn HB hevur.
Tveir álopsspælarar eru framvegis so mikið darvaðir av skaðum, at teir ikki eru førir fyri at spæla í dag. Talan er um Pál Mohr Joensen og Arnbjørn Hansen.