At tað vóru suverena oddaliðið og sigursleysa botnliðið, sum tókust á Sevmýri, sást lítið til eina langa løtu.
Skuldi TB gera nakað við HB, so skuldu teir gera tað beinanvegin, og tað tóktust teir á heimaliðnum væl at vera greiðir yvir. Teir løgdu fyri við stórum áræði og nógvari ferð. Tað var einki við at botnliðið kreyp í djúpari virðing fyri havnarmonnum, ella hvørjir teir nú eru, sum manna toppin í føroyskum fótbólti.
TB spældi 4-4-2 við Óla Johannesen og Hans Hammer í fløtu miðverjuni, og við Peturi Oluf Joensen á miðvallarplássinum, sum Pól F. Joensen plagar at røkja (uppgávan var m.a. at bakka upp, tá vongverjarnir báðir ? Jón Tórður Holm og Andrass Nolsøe ? fóru fram við).
Fyrstu løtuna vóru teir á heimaliðnum minst líka væl við, sum oddaliðið var tað, og á hálva tímanum var tað sera óheppið fyri tvørámenn, at tað ikki eydnaðist teimum at fáa mál, tí tá høvdu teir eftir lítlari tvær ferðir høvi at skora.
Dan Mortensen, sum var miðvallari í høgru, fekk hesar báðar rimmar møguleikarnar. Hin fyrri var so stórur, sum tú næstan ikki kanst rokna við at fáa, og als ikki ímóti oddaliðnum, sum tað higartil ógvuliga sjáldan er skorað ímóti. Men til stóra iðran fyri trúføstu áskoðararnar á Tvøroyri, so fór bólturin úr seks metra fjarstøðu og við síðuna av málinum.
Sami spælari fekk lítla løtu seinni nýggjan møguleika eftir innlegg frá Tórðuri Holm, Dan Mortensen tveitti seg og stútaði, men heldur ikki hesa ferð eydnaðist at fáa bóltin inn um Bárður Johannesen, sum hesa ferð vardi málið hjá HB, og sum gjørdi tað so mikið væl, at tað ikki tóktist vera nakar veikleiki, at Kaj Leo Johannesen sat uttanfyri við brákaðum lítlafingri.
HB tætt við
Og so gekk, sum tað so ofta gongur í fótbólti. Beint eftir stóru TB møguleikarnar vóru teir í HB nær við fleiri ferðir. Jens Erik Rasmussen, sum spældi væl í vinstru, var tvær ferðir uppá spæl eftir lítlari løtu. Fyrru ferðina snýtti hann tveir ella tríggjar, áðrenn hann legði innfyri, men Magni á Lakjuni, sum við stuttum skotbráði var komin heim úr Danmark at hjálpa nýggja felagnum hjá sær (hann fór av aftur landinum í gjár), tøvdi eitt sindur, og so var tann møguleikin burtur. Seinnu ferðina royndi Jens Erik Rasmussen seg við skoti ímóti málinum eftir innlegg frá Halli Danielsen, men Rolf Christiansen fekk bent bóltin um út um stólpan og til hornaspark.
Heilt stutt undan hvíldini var um reppið, at Allan Mørkøre og Súni Fríði Johannesen komu ígjøgnum, men Andrass Nolsøe kom ímillum, og fá sekund fyri síðsta bríksl var um reppið, at Magni á Lakjuni og Súni Fríði Johannesen settu hol á.
Trý mál í
seks minuttir
Bæði út frá møguleikunum fram ímóti endanum á 1. hálvleiki og við støðuni á stigatalvuni í huga var tað ikki annað enn væntandi, at tað fór at vera HB, sum fór at vera omaná seinna umfarið.
Men TB legði aftur so sera ágangandi fyri í 2. hálvleiki. Teir royndu at jagstra HB menninar yvir allan vøllin. Tað eydnaðist bara partvís. Ferðin gjørdist stór, HB megnaði ofta at spæla seg úr trongstøðuni, og eftir 48 og 51 minuttir fingu teir mál. Fyrst sendi Jens Erik Rasmussen fríspark úr vinstra horni og tvørtur um, Jóhannes Joensen stútaði uppá tvørs aftur, og Allan Mørkøre stútaði úr stuttari fjarstøðu og í málið. Tvørámenn vóru sera misnøgdir við, at dómarin ikki dømdi bóltin at vera úti, áðrenn Allan Mørkøre fekk krúllin undir hann.
Spælarar og áskoðarar á Sevmýri mettu eisini bóltin at hava verið úti, tá HB økti. Spælararnir steðgaðu upp, men tá dómarin tagdi, streyk Súni Fríði Johannesen avstað, legði til nýggja álopsmakkaran hjá sær, Magna á Lakjuni, sum hegnisliga lyfti upp um Rolf Christiansen, og so var 2-0.
TB gjørdi eina síðstu roynd at koma afturíaftur, og bara tríggjar minuttir eftir seinna HB málið eydnaðist tað Zoran Pavlovic at koma ígjøgnum og minka um munin. Málið hevði eina øgiliga leikferð við sær. Tvørámenn fluttu sítt fólk langt fram og royndu at leggja trýst á, og hetta bar møguleikar við sær í báðum endum. Ikki minst snarálopini hjá HB vóru vandamikil, og ta einu ferðina vardi Rolf frágera væl, fyrst við beinunum, tá Hallur Danielsen royndi seg og so við hondunum, tá retururin varð stútaður ímóti málinum.
Breiddin hjá HB
TB hevði ikki hepnið við sær, tá teir høvdu sínar møguleikar í 1. hálvleiki, og tað eydnaðist ikki at javna til 2-2. Soleiðis gongst ofta hjá botnliðum, og sum 2. hálvleikur leið gjørdist tað alt meiri sjónskt, at venjingarstøðan hjá HB og breiddin á liðnum er góð, og serliga er tað Allan Mørkøre, sum er væl fyri.
Landsliðsmaðurin umsetti brotsspark til 3-1, tá tað restaði eitt korter. Tað var í sambandi við frísparksinnlegg, at dómarin dømdi Óla Johannesen at hava felt Hans á Lag. Og stutt fyri leiklok var Allan Mørkøre aftur upp á spæl. Hann breyt ígjøgnum í høgru, har TB verjan var tunn, legði innfyri til John Hera Dam, sum hevði loyst Magna á Lakjuni av (ætlanin hevði annars verið, at Magni bara skuldi spæla 1. hálvleik), og John Heri Dam skoraði úr 16 metrum.
HB viðhaldsfólkini, sum vóru farin suður, fegnaðust saman við sínum monnum, meðan TB fólkini ásannaðu, at tað er og verður torført. Nú skulu teir til Klaksvíkar, og so koma lagnudystirnir ímóti ÍF og Sumba!