Tað endaði við 1-0 heimasigri, tá ið næstbesta liðið hjá B36 í dag hevði vitjan av TB. Málið varð skoraði, tá ið 10 minuttir vóru farnir, og málskjútti var Heini Sólheim Guttesen. Hetta var aðru ferð í ár, at 17 ára gamli Heini Sólheim Guttesen var málskjútti í næstbestu deildini.
Tað var einki at siga til tað, at tvøramenn sóu vónbrotnir út, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð. Teir spældu seg til fleiri góðar málmøguleikar, og teir vunnu fleiri hornaspørk enn heimaliðið, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið veteraninum Hans Jørgensen, sum vardi málið hjá B36.
Hetta var triði dysturin hjá TB, sum eigur útsettar dystir á útivølli ímóti FC Hoyvík og á heimavølli ímóti HB. Nú hevur TB vunnið ein dyst, spælt ein javnan og tapt ein. Annan sunnudag fær TB vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi.
B36 hevur vunnið tveir dystir, tapt tveir dystir og spælt javnt ímóti HB. Millum teir fyrstu ellivu hjá B36 í dag vóru miðverjin Børge Petersen, Leivur Fossdal Guttesen, sum varð útskiftur 20 minuttir undan leikloki, og Jógvan E. Ósá. Í fjør spældi hann við EB/Streymi, og nú er hann fluttur úr barndómsfelagnum HB og til B36.
Annan sunnudag fer B36 at spæla á heimavølli ímóti grannunum í FC Hoyvík.











