TB er í svárum trupulleikum

Fótbóltur: Tað gongur framvegis av skriðuni hjá TB, sum man vera óhepnasta lið í 1. deild í ár. Hesaferð mistu teir málmannin, og eingin eykamálverji sat á bonkinum

Tað er einki yvir at dylja, at fótbóltsstøðan á Tvøroyri er ring í løtuni. Næstseinasta vikuskifti tapti TB 0-7 í Havn móti B36, og leygardagin var aftur galið, tá B68 vann 5-0 á Sevmýri.

Eydnan hevur ikki hildið við tvørámonnum higartil í ár, og teir vóru aftur óhepnir hesaferð. Frálíki málverjin Magni Hentze noyddist út í hálvleikinum, tí hann var skaddur í økslini, og TB hevði ongan eykamálmann! Nú vóru góð ráð dýr, men tað endaði við, at liðskiparin Pól F. Joensen fór í málið at standa.

? Eg havi ongantíð verið málmaður í einum 1. deildardysti í fótbólti fyrr, sigur TB-liðskiparin, sum sigur seg hava staðið í málinum í hondbólti, men tað er eisini tað nærmasta, hann kom støðuni, sum hon var leygardagin.

Tá Magni Hentze noyddist út, var Óli Johannesen longu farin sama veg. Út fyri tvey gul kort, sum vóru í heldur bíligara endanum, men sum altso góvu eitt reytt tilsamans ? hetta var aðru ferð, at Óli varð rikin av vølli í ár, og leikbannini ríða TB sum ein marra.

Magni Hentze verður helst ikki klárur aftur fyrr enn í fyrsta lagi um fjúrtan dagar, og tað vil siga, at hann helst er úti restina av fyrru hálvu. TB skal heilt niður í 4. deild eftir eykamonnum, so tað er lagt upp til strævnar tíðir á Sevmýri.

TB hevði annars staðið seg væl móti toftamonnum í fyrra hálvleiki. Men tað var B68, ið fekk einasta málið, sum kom fyrstu 45 minuttirnar. Magni Hentze vardi fyri einum skoti, men bólturin fór út aftur í spælið. Fyrst ein og síðani ein TB-ari hevði tíð til at fáa bóltin burtur úr vandaøkinum, men teir svóvu, og so var lætt hjá Fróða Benjaminsen at geva gestunum leiðsluna.

Sum sagt noyddist Magni Hentze út í hálvleikssteðginum, og Pól F. Joensen fór av aftasta manni og í sjálvt málið at standa. Avtalað varð kortini, at hann skuldi vera ein rættiliga »offensivur málmaður«, samstundis sum TB skifti til flata verju, nú aftasti maður var farin heilt aftur á málstrikuna.

Hetta var sjálvandi ein stórur smeitur fyri tvørámenn, og tað gingu bert fýra minuttir av seinna hálvleiki, áðrenn bólturin aftur lá í TB-málinum. Hesa ferð var tað russiski áleyparin Andréy Stakhánov, sum skoraði eftir hornaspark.

Nú var 2-0 til B68, men hóast útlitini hjá TB vóru sera døpur, valdu teir at royna at fáa okkurt burtur úr dystinum í staðin fyri at royna at avmarka tapið. Tað førdi eisini til eina TB-yvirvág, sum tað kortini ikki spurdist nakað burturúr. Sasha Radosavljevic var aftur í TB-álopinum eftir drúgt leikbann, men hann var sera einsamallur og skapti heldur ikki nógv sjálvur.

Og við eini óvanligari verju og einum útispælara í málinum gjørdust toftamenn eisini grammari, og teir vóru eisini meira nærlagdir framman fyri málinum. B68 fekk trý mál afturat og kundi fingið enn fleiri, tá avtornaði. Øll trý tey seinastu málini komu eftir yvirtalsstøður móti TB-málinum.

Fyrst økti Øssur Hansen til 3-0, áðrenn Ingi Hansen við tveimum málum slóg sigurin fastan.

5-0 á Tvøroyri er eitt gott úrslit fyri øll lið, og fyri B68 merkti tað, at teir aftur eru heilt uppi millum tey ovastu.

Petur Simonsen, venjari hjá toftamonnum, heldur, at ambitiónirnar eru til okkurt í ár, men hann ásannar, at tað tekur tíð at spæla eitt so nýtt lið, sum B68 hevur í ár, saman til eina eind. Tilgongdin á Svangaskarði hevur verið stór í ár. Tveir russarar eru komnir, og úr Havn koma tríggir. Um Petur Simonsen megnar at fáa allar hesar at arbeiða saman við toftamonnunum, sum vóru har frammanundan, kann B68 uttan iva fáa okkurt burtur úr í ár. Men tað er framvegis arbeiði, sum skal fáast frá hondini fyrst.