Aldursforsetin TB hevur í ár havt eitt framúr gott kappingarár í næstbestu føroysku deildini. Longu fyri fleiri vikum síðani gjørdist greitt, at TB í 2015 aftur verður partur av fremstu føroysku deildini.
Síðani uppflytingin gjørdist veruleiki, hava teir í TB allatíð havt ein málsetning um, at felagið ongan dyst skuldi tapa í kappingarárinum. Tann málsetningurin glapp tó fyri nøkrum vikum síðani, tá TB tapti heimadyst móti Víkingi.
Tó hava teir í TB havt ein málsetning um, at TB skuldi fáa metið fyri mest stig í næstbestu deildini nakrantíð. Men tann málsetningurin glapp eisini í dag, tí TB tapti í dag á øðrum sinni, tá teir í Gundadali taptu 3-1 móti næstbesta liðnum hjá HB.
HB hevði í dag eitt heldur styrkt næstbesta lið, tí milum leikararnar á HB liðnum vóru René Joensen og Tróndur Jensen, ið fyrr í ár hava verið nógv á besta liðnum.
Tískil er greitt, at TB ikki hevur møguleika fyri at fáa metið fyri mest stig í næstbestu deildini. Metið tók B68 í 2007, tá teir aftaná 27 dystir fingu 72 stig.
Í hinum dystunum vunnu FC Suðuroy og 07 Vestur umráðandi sigrar, fyri at vera við í stríðnum um uppflyting. Harafturat vann Víkingur týðandi heimasigur í Leirvík móti KÍ, tí bæði liðini kappaðust undan dystinum um at sleppa undan niðurflyting.
HB-TB 3-1 (2-0)
1-0 Adrian Justinussen
2-0 Teit Jacobsen
3-0 Heri Mohr
3-1 Hávar Albinus
FC Suðuroy-EB/Streymur 1-0 (0-0)
1-0 Reidar Dahl Joensen
07 Vestur-NSÍ 2-1 (1-1)
1-0 Sigtór Petersen
1-1 Debes Danielsen
2-1 Gunleif Olsen
B36-AB 0-0 (0-0)
Víkingur-KÍ 2-1 (1-0)
1-0 Filip Djordjevic
1-1 Jens Martin Pauli Mohr
2-1 Bergur Gregersen