TB finnur ikki málið

Hóast heimaliðið við Stórá hevur verið greitt omaná, so er tað ikki eydnast at skjóta mál

Teir eru farnir at hvíla seg í Trongisvági, har TB hevur vitjan av ÍF.

Líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu henda heystardagin við Stórá.

Heimamenninir hava verið væl meiri á bóltinum, og tað hava verið nógvar støður í og kring ÍF brotsteigin, og í tveimum ella trimum førum hevur verið talan um stóran málmøguleika. Fuglfirðingar hava í einum føri bjargað á málstrikuni, men higartil er tað ikki eydnast TB at vinna úrtøku úr greiðu yvirvágini.

Dygst undan steðginum legði Samudeen Musah flatt út frá baklinjuni í vinstru, og Mark Kongstedt var í sera góðari støðu, tá ið hann royndi seg við skoti, men bólturin fór framvið handara stólpanum.

Síðstu tíggju minuttirnar undan steðginum var ÍF onkra ferðina í álopi. Ta einu ferðina sneiddi Andy Ó. Olsen framvið tveimum, og tá ið hann var um at verða heilt leysur stutt frammanfyri miðstrikuna, varð hann óregluliga steðgaður av Poul Ingason, sum sá gult. Og so var tað eftir innkast úr vinstru, at Uros Stojanov var um reppið at verða heilt leysur í brotsteiginum, men hann varð taklaður akkurát, tá ið hann skuldi smekka til.

 

TB – ÍF (0-0) kl. 16.00

Dómari: Rani A. Skaalum

TB: Frederik Mehder – Sebastian Kroner, Poul Ingason, Rasmus Møller, Samudeen Musah – Dánjal Godtfred, Mark Kongstedt, Rógvi Joensen – Nikolei Johannesen, Filip Obadovic, Einar Thorsteinsson

 

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Hans Jákup Lervig, Tóri Nolsøe Olsen, Jens Joensen, Andy Ó. Olsen - Bogi Løkin, Sámal Joensen, Gundur E. Petersen – Jóhan Petersen, Uros Stojanov, Pól Jákup Lundsbjerg