Hjarnar Djurhuus
Ministers, Mr. Principals, honor students and guests. My speech to day is mainly to the students; therefore I will address me to the audience in Faroes.
Í 1992 varð telvingin lokin millum Danmark og Føroyar um undirgundina.
Í 1999 varð telvingin lokin millum Stóra Bretland og Føroyar um land-grundsmarkið.
Í februar 2000 varð fyrsta útbjóðingarumfar lýst. BP var eitt av oljufeløgunum, ið søkti og fekk leitiloyvi á føroyska landgrunninum. Umframt at binda seg til at gera ávísar seismiskar kanningar og at gera bor-ingar, átók felagið sær eisini at nýta góðar 40 mill. kr. yvir eitt 6 ára tíðarskeið til førleikamenning av føroyskum virkjum og stovn-um. Ein av mongu verkætlanunum, ið BP hevur stuðl-að, síðani felagið fekk tillutað øki 004, er tann fjarlestur, sum Robert Gordon Universitetið stendur fyri í samstarvi við Føroya Handilsskúla
Hálvttriðja ár er nú liðið, síðani umboð fyri Robert Gordon Universitetið, Føroya Handilsskúla og BP vórðu samd um at fara undir Master-útbúgving í leiðslu og fyrisiting, skipað sum parttíðarundirvísing og fjarlestur. Ein áhugaverdur lestrarháttur, ið ikki fyrr var royndur her á landi. Ein lestrarháttur, sum í stóran mun gav føroyingum møguleika at luttaka, hvar í landinum tú enn búði.
Sjálvt um endaligt prógv kundi fáast bæði eftir fyrsta og annað lestrarár, so hava ikki færri enn 17 av teimum 21 næmingunum, ið byrjaðu, valt at skriva høvuðs-ritgerð at taka Master Degree.
Byrjan er vanliga trupul. Tað hevur verið trupult hjá Robert Gordon Universiteti at halda ávísar tíðarfreistir og onkrar misskiljingar hava eisini verið í sambandi við vegleiðing. Hetta hevur verið viðvirkandi til, at ikki allir næmingarnir fingu Master prógv handað í dag, men at nakrir mugu bíða í einar, tríggjar mánaðar.
17 næmingar hava fingið prógv handað í dag. Hetta er eitt stórt tal, tá hugsað verður um, hvussu møtumikið tað mangan má hava verið eftir stríðnan arbeiðs-dag at skula seta seg í einar 2-3- tímar við uppgávum, og hetta á fremmandum máli.
Vit kunnu spyrja, hvat hava tit lesandi so fingið burtur úr lesnaðinum. Jú, tit hava fingið eina útbúgving, ið vónandi gevur núverandi starvi tykkara størri innihald og vónandi eisini gev-ur tykkum betri møguleikar at fáa røttu størvini í framtíðini. Tit hava betrað tykkara kunnleika í einum heimsmáli, enskum, tit hava betrað og styrkt tykkara førleika at leggja tykkara arbeiðið til rættis og at arbeiða innan fyri ávísar tíðarfreistir.
Hjá tilkomnum fólki, ið hava ognað sær eitt vist støði í lívinum, verður hetta standandi so leingi viðurskiftini standa við. Tá viðurskiftini broytast, kemur ein nýggj tíð.
Tit, sum í dag hava fingið tykkara prógv handað, hava verið við til at slóða fyri einum nýggjum lestrarhátti, og við tykkara úrslitum hevur væl verið slóðað. Men ikki bert hava tit slóðað fyri, tit hava eisini skrivað søgu, tí ongantí fyrr hava 10 føroyingar í senn fingið handað prógv á Master støði.
Samstarvið við Robert Gordon Universitetið hevur eisini verið við til at ment Føroya Handilsskúla sum undirvísingar stovn. Tann 13. mars 2003 varð samstarvsavtala undirskrivað millum Robert Gordon Universitetið og Føroya Handilsskúla, um økt samstarv. Robert Gordon Universitetið bant seg til at menna lærarar á Føroya Handilsskúla, so hesir sum frá leið kundu yvirtaka undirvísingina í sambandi við fjarlestur og soleiðis verða við til at lyfta handilsskúlan upp á eitt hægri støði.
Dagliga leiðslan á Hand-ilsskúlanum hevði málvísar og ítøkiligar ætlanir um at menna Føroya Handilsskúla soleiðis, at hesin, sum frá leið, kom uppá handilsháskúla støði. Tað er neyðugt hjá einum skúla, eins og einum virki, at menna seg, um ein ikki skal gerast eftirbátur, at flyta seg og at laga seg eftir broyttum samfelagskrøvum. Vónandi verður kósin hildin til komið verður á mál, til gagns fyri Føroya Handilsskúla, næmingarnar og ikki minst fyri tað føroyska samfelagið.
Robert Gordon Universi-tetið er kent fyri at hava nógvar útlendingar sum lesandi. Í løtuni eru lesandi frá 146 ymiskum londum. Talið á føroyingum, ið lesa við universitetið, er so stórt, at vit liggja á einum sjeynda plássi.Verður eitt triðja hold byrjað, sum talan hevur verið um, koma Føroyar uppá eitt fimta pláss aftaná Bretland, Kina, India og Malaysia. So lestrarmynstrið í sambandi við hægri útbúgvingar tykist at broytast frá donskum til bretskar lærustovnar.
Vegna BP og Shell eri eg fegin um, at vit hava verið við til at stuðla samstarvið millum føroyskan og skotskan útbúgvingarstovn, og vil eg eisini nýta høvið til at takka Graeme Slaven frá Robert Gordon Universiteti og Elsu Mariu Holm Olsen og fyrrverandi stjóranum Ragnari Magnussen frá Føroya Handilsskúla fyri eitt sera gott samstarv.
Vit, ið hava verið við til at leggja próvhandanina til rættis, takka Føroya Tele fyri, at vit fingu loyvi til at nýta tykkara stásiliga bygning til hesa hátíðarløtu. Jú, her er høgt til loft, og her er vítt til veggja, sum skaldið Hans Andrias Djurhuus málbar seg í síni yrking, tá Sjónleikarhúsið í 1926 varð vígt og sum eisini bleiv tikið til, tá hesin bygningur varð tikin í nýtslu.
Ynski fegin øllum tykkum, ið fingu prógv handað í dag til lukku við hesum stóra degi tykkara, og vónandi verður tann kunn-leikin, ið tit hava nomið hesi lestrarárini til gleði og gagn bæði fyri tykkum og tað samfelag, tit liva og virka í.
Fari at enda við hesum orðum: "Ynski um menning og framburð býr í okkum menniskjum. Framburður er eitt mál, ið vit vanliga seta í samband við okkara dagliga yrki. Útbúgving gevur okkum dugnaskap, førleika og vitan, og styrkir og mennir okkara støði til framburð og til at náa høgum málum."