Útbúgvingin góða undirtøku

   

Demenssamskiparaútbúgvingin, sum Alzheimerfelagið lýsti við fyrr í ár, hevur fingið góða undirtøku. Luttakararnir eru so mikið nógvir, at útbúgvingin byrjar sum ætlað í septembur í ár.
Tey, sum undirvísa á skeiðinum, eru leiðandi granskarar og starvsfólk, ið starvast innan hetta økið.
Høvuðsendamálið við útbúgvingini er at útbúgva fólk, sum kunnu:
?leggja til rættis undirvísing og vegleiða starvsfelagar og onnur,
?fáa hugskot og seta tey í verk
?samskipa arbeiðsorku viðv. viðgerðar-, røktar- og umsorganarspurningum
?vera samskipari í tvørfakligum samstarvi á demensøkinum
Ein sannroynd er, at demenssamskiparin er serstakliga væl fyri til at menna tað samstarv, ið fremur korini hjá fólki við demenssjúku. Soleiðis lúkar hann krøvini frá myndugleikunum.
Útbúgvingin er ætlað sjúkrarøktarfrøðingum, ergoterapeutum, fysioterapeutum, heilsuatstøðingum og røktarheimsatstøðingum.
Onnur við kunnleika til og royndum frá arbeiði við minnisveikum fólkum ella hava aðrar førleikar kunnu somuleiðis søkja um upptøku til útbúgvingina.
Útbúgvingin krevur, at ein skrivlig verkætlan verður gjørd.
Útbúgvingin er í 3 pørtum: 1. partur verður í september, 2. partur í nov ember í ár og 3. partur í februar 2004. Skeiðið verður á Hotel Vágum.