Undan hesum kappingarárinum styrkti TB seg við Ndende Adama Guéye og Babacar Ndiour, sum báðir koma úr Senegal. Ndende fyrr spælt við B68, meðan Babacar Ndiour kom til TB undan hesum kappingarárinum.
Ndende hevur sáttmála við TB komandi ár, meðan Babacar Ndiour er sáttmálaleysur við kappingarlok. Formðaurin í TB, André Dalfoss, sigur við in.fo, at støða er ikki tikið viðvíkjandi framtíðini hjá Ndende og Babacar.
Ndende hevur spælt millum 25 og 31 dystir um árið fyri B68 tey fimm árini hann spældi á Toftum. Í ár hevur hann spælt 26 dystir og skotið fimm mál. 30 ára gamli miðvallarin hevur spælt fjórð flestar minuttir TB í ár.
25 ára gamli Babacar Ndiour hevur spælt flestar minuttir fyri TB í ár, og hevur skotið trý mál. Tað ljóðar, at tað er stórur áhugi fyri serliga Ndende í fleiri øðrum feløgum. Ndende hevur fyrr spælt í B68, meðan fyrrverandi venjarin hjá honum, Bill M. Jacobsen er favorittur at taka yvir á Argjum, har fleiri spælarar fara úr felagnum. Millum annað Rógvi Poulsen, Rói Danielsen og Símun Rógvi Hansen. Hans Jørgensen verður nýggjur málmaður á Argjum.
Páll Hagbert Guðlaugsson heldur fram sum venjari hjá TB, tað boðaði hann frá á Rás2 eftir dystin í Gundadali móti HB. Nú er so spurningurin hvat fyri hóp hann fær at arbeiða við.