Sunnudagin var toppdystur millum tey bæði liðini, sum higartil í ár hava verið nógv best í meistaradeildini hjá kvinnum.
Mjølnir hevði vunnið allars sínar sjey dystir áðrenn hendan dystin, og TB hevði bara tapt einaferð ? tað var fyri Mjølni á heimavølli.
Tað var tí eitt sindur óvæntað, at dysturn endaði við einum rímiliga tryggum sigri til gestirnar av Tvøroyri. TB vann dystin 3-1, og í einum av settunum var talan um niðurspæling av Mjølni.
Kvinnurnar úr Klaksvík løgdu tó best fyri og vunnu fyrsta settið. Næsta settið gekk javnt á, men TB hevði munin og vann 25-21. Í triðja settinum gekk flúgvandi hjá TB, meðan alt steðgaði upp hjá Mjølni. TB vann heili 25-10, og eftir hetta var ongin vegur aftur, og TB vann dystin 3-1, tá ið tær eisini vunnu fjórða settið 25-19.
Spældu uttan trýst
Tað mundi koma óvart á tey flestu, at TB kundi vinna toppdystin so sannførandi, og kanska var uppskriftin júst tann, at kvinnurnar av Tvøroyri høvdu einki at tapa.
? Eingin væntaði, at vit fóru at vinna hendan dystin, og tí var heldur einki trýst á okkum. Vit kundu spæla púra frítt, og tað gav eitt gott úrslit, heldur Gudrid Nolsøe.
Hóast TB tapti tað fyrsta settið, so góvu tær ikki upp, og so hvørt sum dysturin leið, so vóru tað tær, sum vóru við yvirlutan.
? Ein orsøk til, at vit vunnu hendan dystin, kann vera, at vit eru komnar í betur venjing, enn vit hava verið, heldur Gudrid Nolsøe.
Tá ið tær spældu ímóti Mjølnir á heimavølli í farna mánaði, taptu tær heili 3-0, so her var sum vent í holuni.
? Vit høvdu einki at tapa í hesum dystinum, vit fingu ein kjans, og vit tóku hann, sigur Gudrid Nolsøe.
Nógv mistøk kostaðu
Kvinnurnar á liðnum hjá Mjølni ásannaðu eftir dystin, at tær høvdu tapt ímóti einum betri liði hendan dagin.
? Vit vóru uppsettar til dystin og løgdu harðliga fyri. Vit vunnu fyrsta settið, næsta settið var javnt, men í triðja settinum gekk tað heilt galið hjá okkum. Vit gjørdu nógv mistøk, bæði í móttøkuni og frammi við netið, og tað kostaði, sigur Marjun Kalsø, sum hevur flest royndir á liðnum hjá Mjølni.
Eftir hetta kláraði Mjølnir ikki at fóta sær aftur, og TB vann tá ið samanumkom ein tryggan sigur í toppdystinum.
? TB hevði takið á okkum í hesum dystinum, tær løgdu press á okkum, og vit gjørdu alt ov nógv mistøk til at kunna vinna dystin, sigur Marjun Kalsø.
Hon heldur, at Mjølnir ofta stendur seg illa júst um hesa tíðina.
? Vit kunnu ikki venja sum vant, tí royndir eru í fimleikahøllini, og uppmøtingin upp undir jól er ikki, sum hon vanliga er. Tað sæst aftur í úrslitunum hjá okkum, og tað hevur tað gjørt næstan á hvørjum ári, sigur Marjun Kalsø.
ÍF vann aftur
Leygardagin høvdu kvinnurnar hjá ÍF vitjan av KÍF, syum hevur fingið góð úrslit í ár, og aftur hesaferð vann ÍF. Úrslitið var 3-0 til ÍF. Dysturin var kanska eitt sindur javnari, enn úrslitið í settum kundi bent á, tí øll settini vóru jøvn. ÍF vann settini 25-22, 25-23 og 25-22.
SÍ, sum einki stig hevur fingið í hesum kappingarárinum, hevði leygardagin vitjan av Drátti, og kvinnurnar úr Sørvági høvdu heldur ikki hesaferð eydnuna við sær. Tær vunnu eitt sett (tað er triðja settið, tær hava vunnið í ár), men taptu dystin 3-1.