TB nýggjan formann

Egil Olsen er ikki longur formaður í TB

Egil Olsen tók við sum formaður til hetta kappingarárið, men hann er ikki longur formaður. Í hansara stað er komin Fróði Olsen. Tað boðar felagið frá í dag.

 

Mánakvøldið hevði felagið eykaaðalfundurin har rokniskapurin fyri 2014 skuldi leggjast, umframt at val av starvsnevndarlimi, tiltakslimi og umboðsnevndarlimi. Nevndin hevur nú skipað seg og nýggjur formaður er 47 ára gamli Fróði Olsen, sum fyrr hevur sitið í ungdómsnevndini og er kendur sum ein trúðgvur TB stuðul. Fróði er pápi Teit Olsen, ið spælir við Effo-liðnum.

 

TB skrivar millum annað:

 

“Fundurin byrjaði við, at grannskoðaði roknskapurin fyri 2014 varð lagdur fram fyri fundarluttarkararnar. Sigast skal, at eins sannførandi sum 1. deildar liðið stríddi seg aftur til sessin, í Effo deildini í 2015, ja líka so málrætta stríddist nevndin at fáa felagið úr tí fíggjarliga brotasjógvi, sum felagið var komið í við árslok 2013. Positiva roknskaparúrslitið fyri 2014, er allarhelst tað besta í mong ár.”

 

“Eyðdis Elendersen, ið hevur sitið í ungdómsnevndini í umleið 12 ár, valdi at taka av nýggjum avbjóðingum og bleiv vald í starvsnevndina. Fyrrverðandi formaðurin Niels Pauli Eysturberg bleiv valdur sum tiltakslimur í starvsnevndini. Jón Johannesen, sum er eitt kent andlit innan føroyska fótbóltsheimin, bleiv valdur í fótbóltsnevndina.“

 

“Starvsnevndin hevur skipa seg og nýggjur formaður í TB er Fróði Olsen, varaforkvinna er Eyðdis Elendersen og peningarøkil er framvegis Armgarð Sørensen.”

 

“Fótbóltsnevndin hevur ikki skipa seg enn, men hetta verður ein av fyrstu døgunum. Í fótbóltsnevndini eru Jón Johannesen, Jan Ole Farstad og Danjal Eli West. Thorbjørn Hermansen er tiltakslimur.”

 

“Ungdómsnevndin er skipað soleiðis Charlotta Nielsen forkvinna, Jónvør Bjarkhamar varaforkvinna, Angelie Olsen nevndarlimur og Mia Krogh Sørensen er tiltakslimur.“