Meðan oddaliðið í Eik-liguni hjá kvinnum, SÍ, er upptikið av sínum fyrireikingum til steypafinaluna ímóti Drátti í morgin, skal fremsti avbjóðarin, TB, í kvøld í landskappingini royna at vinna tvey stig, ið kunnu flyta liðið eitt týðandi fet nærri FM-finaluni.
TB spælir í kvøld klokkan 18 á heimavølli ímóti Fleyr, sum leingi var við í finalukappingini, men nú er dragnað so mikið, at tað ikki røkkur til meira enn í besta føri bronsu í ár. Fleyr hevur sostatt ikki nógv at spæla fyri, men tað kann eisini gera liðið til eitt torført mótstøðulið.
Fleyr hevur eina góða manning, ið tó hevur fingið merkiliga lítið burturúr í vetur. Nú trýstið ikki er tað sama longur, fæst at síggja, um Fleyr fer at spæla meira frítt – ella um liðið ikki longur leggur ta stóru orkuna í avrikini á vøllinum, nú einki meira er at spæla fyri.
Í øllum førum krevur TB at fáa tvey stig, tí bara eitt stig aftanfyri er Mjølnir, ið neyvan legst á boðini, fæst ein møguleiki at sleppa fram um TB og í FM-finaluna, har SÍ longu hevur mestsum tryggjað sær pláss.
TB og Fleyr hava vunnið hvør sín av teimum dystunum teirra millum higartil í kappingini. Síðst í oktober vann Fleyr 3-1 í Trongisvági, men hálvan desember svaraði TB aftur við at vinna 3-0 í Havn. Skulu vit trúgva hagtølunum, kann alt henda í Trongisvági í kvøld.