TB skipar fyri upphiting í OY mikudagin frá klokkan 15

Seinna hálvfinalan millum B36 og TB byrjar mikudagin klokkan 17.30

Mynd: TB

Fyri fyrstu ferð síðani 1981 kann aldursforsetin, TB røkka steypafinaluni hjá monnum.

 

TB vann í fyrru hálvfinaluni 1-0 á kreppurakta B36, og við javnleiki ella sigri í seinnu hálvfinaluni, ið byrjar á ovara vølli í Gundadali, mikudagin klokkan 17.30, so kann TB fremja eitt rimmar bragd.

 

TB-viðhaldsfólkini ætla at gera sítt, og TB skipar fyri upphiting hjá OY frá klokkan 15.

 

Á góðum tvørámáli verður boðað frá facebooksíðuni hjá TB: - Ónsdagin klokkan 17.30 spælir TB seinnu hálvfinaluna móti B36 í Gundadali 

 

Okur fara at hita upp í OY frá kl 15.00.

 

Har verða serlig TB tilboð í køkinum og úr barrini .

 

DJ Brynjer kemur at diska og klokkan 16 kemur Janus Wiberg at spæla live fyri okum.

 

Klokkan 16.45 fara okur øll í skrúðgongu oman í Gundadal at rópa okra menn til sigurs. 

 

Komið við - vaksin og børn - og latið okum fáa ein super TB dag øll saman. Skrivar TB á facebooksíðu felagsins.

 

Nú er ikki bara trýst á leikararnar hjá B36. Nú er eisini trýst á viðhaldsfólkini hjá B36 at koma við einum aftursvari. 

 

 

 

Mynd: TB