Flogbóltur
TB-leikararnir lótu ongan iva vera um, hvat lið er tað besta í føroyskum kvinnuflogbólti í løtuni, tá tær leygardagin vunnu ein tryggan sigur í steypafinaluni móti Mjølni.
At TB vann dystin, var ikki heilt so óvæntað, tí tær hava eisini verið fremst í landskappingini heilt frá byrjan. Men Mjølnir er einasta lið, sum hevur vunnið móti teimum í meistaradeildini, og harumframt vann Mjølnir steypafinaluna bæði í 2001 og í 2000. Tí vóru tað eisini summi, sum roknaðu við, at klaksvíkskvinnurnar kundu lumpa TB, eins og tær lumpaðu Drátt í finaluni fyri einum ári síðani. Tá var Dráttur fremst í landskappingini og vann tvey tey fyrstu settini í finaluni, men Mjølnir vann dystin 3-2. Eina løtu sá næstan út til, at søgan fór at endurtaka seg, men tað var bara eina løtu.
Gloymdu nervarnar
Bæði liðini vóru so at siga fullmannað til dystin leygardagin. Burtursæð frá Beintu Klakstein, sum herfyri meiddi sær fótin, vóru allar við, eisini Gudrid Nolsøe, sum hevur verið uttanlands, men sum hevur spælt nakrar av dystunum hjá TB í ár. Hjá Mjølni var Tove Riksfjord komin heim úr útlondum til dystin, meðan Sólvá Eystberg, sum hevur verið við í onkrum av dystunum í hesum kappingarárinum, hesaferð var liðleiðari saman við Margit G. Joensen. Høllin á Hálsi var fullsett, og alt var klárt til eina rimmar finalu.
At byrja við var eingin munur á liðunum. Tey fylgdust heilt upp til 4-4, men so leyp Mjølnir avstað. Frá 4-4 løgdu tær seg á odda 9-4, og so noyddist TB at taka time-out. Nervarnir sótu uttaná hjá TB-kvinnunum hesa løtuna, og sjálvt um tær royndu at leggja trýst á Mjølnir, eydnaðist tað ikki, og tær bláu vunnu allar bóltarnar.
Men so líðandi tveittu TB-kvinnurnar teir ringastu nervarnar fyri borð, og tær fingu minkað munin niður í 10-11, og so átti Mjølnir tørn til at taka time-out.
Nú gekk aftur javnt á. Mjølnir kom framum 15-12, men TB fekk javnað til 15-15, og so skiftust liðini um at vinna bóltarnar fram til 18-18. Men so skuldi bert 17 ára gamla Ingun Midjord serva fyri TB. Og tað gjørdi hon so væl, at frá 18-18 endaði TB við at vinna settið 25-18.
Royndirnar hjálptu ikki
Í øðrum setti var tað aftur Mjølnir, sum setti dagsskránna. Tær hildu seg frammanfyri allatíðina, og við 11-7 tók TB sítt fyrra time-out. Tað munaði einki, og Mjølnir førdi 18-11, tá TB aftur tók time-out. Suðuroyarliðið hevði tá gjørt nógvar feilir, serliga í byrjanini av settinum, meðan Mjølnir sá út til at hava fingið gott skil á sítt spæl. Settið sá út til at vera avgjørt, men tað var tað ikki. Spakuliga át TB burturav mjølnirleiðsluni, og nú riggaði tað væl hjá TB at leggja upp til smasjirnar hjá Gudrid Nolsøe, og tað gav Mjølnir trupulleikar. Tað hevur so ofta verið tosað um, at Mjølnir hevur so nógvar royndir at draga av, men tær sóu vit ikki nógv til, tí sjálvt um TB fór at spæla betur, so hevði eitt roynt lið ikki spælt sær av við eina so góða leiðslu, sum Mjølnir gjørdi í øðrum setti. Hvussu var og ikki, so fekk TB javnað til 20-20, og tá Mjølnir tók time-out, var støðan 24-23 til TB, sum sostatt hevði settbólt. Hann vunnu tær, settið endaði 25-23, og nú var 2-0 til TB.
Hildu høvdið kalt
Hetta var júst sama støðan, sum Mjølnir hevði verið í móti Drátti í finaluni árið fyri, og tí vildi eingin ? heldur ikki teir mongu suðuroyingarnir á áskoðaraplássunum ? taka nakað fyri givið enn.
Og í triðja setti tók dysturin eisini eina heilt aðra leið. Mjølnir legði hart út og kom á odda 8-3, áðrenn TB tók time-out. Men leiðslan bara øktist, og tá avtornaði hevði Mjølnir vunnið settið so mikið sum 25-13.
Tað var ikki frítt, at onkur var farin at hugsa um eina endurtøku av finaluni í fjør. Mjølnir hevði verið langt frammanfyri í øllum trimum settunum. Kortini høvdu tær tapt tvey tey fyrstu, men nú sá út til, at tær vóru um at fáa fótin fyri seg.
Men TB helt høvdið kalt ? nakað sum tær ikki høvdu gjørt í triðja setti. Triðja sett hevði verið ein ávaring um, at einki kemur av sær sjálvum, og at tær veruliga skuldu stríðast fyri tí, um tær ætlaðu sær at vinna henda dystin. Hjá Mjølni var hinvegin einki annað at gera enn at stríðast víðari. Tí bleiv fjórða sett eisini tað mest spennandi av øllum.
Nú góvu bæði liðini sítt ítarsta, og munurin var ongantíð serliga stórur. Tá fyrsta time-outið kom, var støðan 11-10 til TB, og tað var eisini gongdin. TB hótti við at fara frá Mjølni við støðuni 20-17, men Mjølnir kom afturíaftur og legði seg framum 22-21. Nú tók TB time-out, og tað hjálpti, tí TB vann allar bóltarnar, sum vóru eftir, og tá Mjølnir ikki kláraði at taka ímóti enn einum smasji frá Gudrid Nolsøe, var alt yvirstaðið. TB hevði vunnið 25-22 og vunnið steypafinaluna 2002.
Liðavrik aftanfyri sigurin
Reint leikliga bleiv finalan einki serligt upplivilsi. Serliga í byrjanini vóru alt ov nógvir nervar við í spælinum, og tað var sum um hvørki av liðunum nakrantíð veruliga kom upp í hægsta gear. Samanumtikið hevði TB sigurin uppibornan, tí tær høvdu fleiri streingir at spæla uppá. Hjá Mjølni var Tina Jacobsen einasta veruliga álopshóttanin, og tað var ov lítið. Maja Popovic hjá TB var einasti útlendski leikarin á vøllinum, men hennara leiklutur var ikki so stórur, sum hann onkuntíð hevur verið fyrr. Tað var fyrst og fremst eitt gott liðavrik, sum tryggjaði sigurin, og tá samanumkemur, er tað jú eisini júst tað, sum tað gongur út uppá.
Hjartaliga tillukku, TB.