TB-venjarin: Vit bardust fyri hvønn sentimetur

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Robert Roelofsen heldur hansara menn løgdu nógv fyri í dag

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var á Rás2 við niðurlendska venjaran hjá TB, Robert Roelofsen, sum var fegin at sleppa úr Gundadali við einum 0-0 javnleiki ímóti B36.

 

- Vit bardust fyri hvønn sentimetur, slær Robert Roelofsen fast. Hann heldur, at hansara spælarar løgdu nógv hjarta í, og løgdu nógv fyri at fáa javnleikin heim.

 

Hann heldur, at í dag var fyrstu ferð hetta kappingarárið, at mótstøðuliðið var betri enn TB, og hann viðgongur, at hepnið var eisini við TB, men viðhvørt má ein hava hepnið við sær, staðfestir Robert Roelofsen.