Útbygging av digitala sendinetinum hjá Televarpinum

TíÐindaskriv frá Televarpinum

Síðst í august byrjar Televarpið uppá triðja byggistigið í útbyggingini av digitala sendinetinum. Fyrsta byggistigið var høvuðsstaðarøkið, annað byggistigið var Klaksvík og meginparturin av Eysturoynni. Í løtuni kunnu 65% av íbúgvunum í Føroyum móttaka signalið frá Televarpinum. Triðja byggistigið er partur av ætlanunum hjá felagnum um at røkka enn fleiri føroyingum runt landið.
Í fyrstu syftu verður sendistøð sett upp, sum bindir Hósvík upp í digitala sendinetið, sigur stjórin í Televarpinum, Laila Hentze, soleiðis at til ber at síggja Televarpið í Hósvík í september. Eisini er ætlan-in at seta útgerð upp, sum røkkur longur norður í Sundalagið seinni í ár. Vestmanna og Vágarnar eru eisini partar í triðja útbyggingarstignum hjá Televarpinum.
Laila Hentze sigur, at tá ið triðja byggistigið er liðugt, fer signalið hjá Televarpinum at røkka í alt uml. 80% av íbúgvunum í Føroyum.
Sendinetið hjá Televarpinum er sera framkomið og verður nýggjasta tøknin nýtt. Hetta gevur dygdarbestu góðsku heima hjá Televarpshaldarunum. Grannalond okkara eru eisini í ferð við at seta digital sendinet upp, og Televarpið kann staðfesta, at Føroyar við digitala sendinetinum hjá Televarpinum er undangonguland á hesum øki.
Harumframt er Televarp-ið framvegis besti veitarin av fylgissveinasjónvarpi í Føroyum samanlíknað við aðrar útbjóðarar.

Føroyskur tónleikur á Rás 1 hjá Televarpinum
Televarpið hevur nú gjørt avtalu við rættindahavararnar um at spæla tónleik á Rás 1, sum er nýggja sjónvarpsrásin hjá Televarpinum.
Televarpið hevur avgjørt at spæla tónleik, sum føroyskir tónleikarar hava gjørt ella spæla, sigur Laila Hentze. Avgerðin um at senda føroyskt tónleikatilfar kemur føroyskum tónleikarum beinleiðis til góðar, tí meginparturin av upphæddini, sum Televarpið rindar til Koda, verður send aftur til tónleikararnar í Føroyum.
Laila Hentze sigur, at vit hava nógvar góðar tónleikarar í Føroyum, sum gera framúr góðan og fjølbroyttan tónleik. Tískil hevur Televarpið avgjørt, at pláss skal vera fyri einum staði, har møguleiki er at hoyra føroyskan tónleik mesta partin av døgninum. Rás 1 kann sostatt eisini brúkast sum útvarpsrás.
Á Rás 1 er eisini møguligt at kunna seg um nýggjastu tíðindi frá Portalinum og Sosialinum, dagførd veðurtíðindini frá Landsverki og valuta frá Føroya Banka. Harumframt er avtala gjørd við Sp/f INNI, so at til ber at síggja sølulistan hjá felagnum av sethúsum og øðrum ognum. Á Rás 1 verður somuleiðis øll kunning frá Televarpinum løgd út og dagførd.
Laila Hentze sigur, at Rás 1 framhaldandi verður ment, og er ætlanin at fjøltátta tilfarið enn meira eitt nú við lýsingum og føroyskt framleiddum sjónvarpstilfari.
Um fleiri upplýsingar ynskjast er møguligt at ringja til Lailu Hentze, stjóra í Televarpinum, á telefon 340 340.