Fyri at nøkta tørvin skulu fleiri skúlar byggjast út, millum aðrar skúlin á Argjum. Tórshavnar kommuna leggur í løtuni ætlanir um at útbyggja Argja skúla. Kommunan skal velja ímillum tveir møguleikar: annar er at útbyggja skúlan á verandi staði og at hava allar flokkarnar frá 1. upp til 9. á sama staði.
Hin møguleikin er at byggja ein nýggjan skúla á Cepatrøðni, undir liðini á dagsstovninum á Argjum. Verður hendan loysn vald, skulu teir yngru flokkarnir, frá 1. til 3. flokk og frítíðarskúlin, vera í tí nýggja skúlanum, meðan 4.-9. flokkur skulu vera har, sum núverandi skúli er.
Býráðið fer at viðgera málið og um ein mánað, fara tey at taka støðu til, hvørja loysn tey velja. Hildur Eyðunsdóttir, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, sigur, at arbeiðið við útbyggingini kann fara í, gongd beinanvegin ein loysn er vald. Tað tekur væntandi nøkur ár at byggja skúlan.
Kommunan hevur eisini ætlanir um at útbyggja skúlan á Velbastað. Har er møguligt at útbyggja verandi skúla ella at byggja á øðrum staði. Har eru samtyktirnar til byggingina ikki gjørdar enn, men Hildur Eyðunsdóttir sigur, at útbyggingin hevur skund og vónar, at tey kunnu fara í gongd við arbeiðið um heilt stutta tíð.