Við 27-24-sigri á Kyndli leggur Team Klaksvík nú sjógv niður til Kyndil.
Dystarbyrjanin var jøvn og eftir at Kyndil eftir einum korteri var á odda 5-4, tók Team Klaksvík sær veruliga um reiggj og við at mansverja Miroslav Vladkov flugu teir avstað og vóru á odda 15-10 í hálvleikinum. Hetta sama gjørdu teir í seinna hálvleiki og vóru á odda 19-10, tá ið eitt reytt kort kostaði teimum dýrt og eitt flúgvandi kyndilslið javnaði til 21-21. Hóast eitt dundrandi comeback, so megnaði Kyndil ikki at avgera og tá ið Team Klaksvík aftur fekk hol á málskjótingina, var ov seint hjá Kyndli, sum mátti lúta 27-24.
Við sigrinum leggur Team Klaksvík seg undir liðina á StÍF við 12 stigum. Team Klaksvík hevur tók leikt ein dyst færri. Kyndil verður verandi á aftasta plássi, nú við fýra stigum upp til Team Klaksvík og StÍF.