Neistin hevði í kvøld møguleikan at krøkja seg í liðini, sum elta VÍF í dystinum um annaðplássið í Atlantic Airways-deildini.
Men tað gekk einki, tá havnarliðið vitjaði hjá Team Klaksvík í dag. Vertirnir løgdu hart út, og eitt skifti vóru teir á odda við fimm málum. Men orkan tóktist ganga undan, og áðrenn steðgin høvdu gestirnir longu togað seg framum.
Eftir steðgin hevði Neistin takið, og teir vóru eitt skifti á odda við fýra málum. Men so kom púrasta stígur í. Neistin skoraði ikki í 10 minuttir, og so togaðu Team Klaksvík seg upp á javnt.
Seinastu minuttirnar gekk sera javnt á, men tað vóru klaksvíkingar, sum megnaðu at halda høvdinum kalt, og fagnaðurin var stórur, tá teir at enda tryggjaðu sær sigurin.
Besti málskjúttin hjá Team Klaksvík var Sámal á Tjaldrafløtti við níggju málum. Jugoslav Djumic skeyt sjey av málunum hjá Neistanum.
Team Klaksvík-Neistin 32-30 (15-17)