Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne spældu í kvøld dyst á útivølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
Á útivølli eydnaðist tað suðuroyggjamonnum at vinna greiðan 32-25 sigur á TIK Taastrup. Í steðginum vóru suðuroyggjamenn á odda 17-14. Pætur og Pauli skutu eitt mál hvør.
Team Sydhavsøerne er triðfremst í deildini við 30 stigum. Teir eru trý stig aftanfyri oddaliðið, Skive, og tvey stig aftanfyri Kolding.
Komandi sunnudag klokkan 14 hava Pætur, Pauli og liðfelagarnir dyst á heimavølli móti Odder.










