Teir eru heilt málleysir

Tá ið kroppur og bein ikki orkaðu meiri, so var høvdið koblað frá

Teir eru so fegnir, sum tað ber til at ímynda sær, at spælarar kunnu vera í fótbólti. Teir royna at seta orð á avrikið og 1-1 úrslitið ímóti heimsstjørnunum úr Fraklandi, men tað gekk ikki so væl beinanvegin.

 

-Eg eri málleysur, sigur Áki D. Samuelsen, og eftir at hava summað seg heldur hann fram:

 

Í steðginum tosaðu vit um, at tað er altíð ein møguleiki. Støðan var 1-0, og vit roknaðu við møguleikanum, tá ið við aftur fóru á vøllin. Eftir at Steffan hevði skorað, fingu vit eyka styrki, og hóast eg tvær ferðir fekk krampa, so eydnaðist tað at vera á vøllinum. Eg stutt sagt koblaði høvdið frá, sigur Áki D. Samuelsen.

 

KÍ miðverjin Børge Petersen var í sama lagi:

 

-Eg havi ikki orð fyri hesum. Hetta fer neyvan at koma fyri aftur. Vit vóru støðugt undir trýsti, og tað høvdu vit roknað við. Men vit taklaðu støðuna akkurát soleiðis, sum venjarin hevði givið okkum boð um at gera, og eg havi ikki orð fyri hesum, sigur Børge Petersen.