Teir gera einki við Klaksvíking

10-mannafør: Norðingur var næstfyrstur, og í dag tók Eysturoyingur Havnarbátin

Tað kiksaði í heimasjógvi á norðoyastevnu, tá ið Klaksvíkingur ikki megnaði at vinna á Norðingi.

 

Tvær tær næstu ferðirnar hevur Klaksvíkingur vjunnið, og soleiðis var tað eisini í dag.

 

Klaksvíkingur legði seg beinanvegin framum, og tá ið startspurturin var av, hevði Klaksvíkingur vunnið seg tað mesta av einari hálvari bátslongd á odda. Og soleiðis varð tað. Klaksvíkingur var støðugt eina hálva bátslongd fremst, og í endaspurtinum varð munurin kanska meiri enn so.

 

Í dag var Norðingur bláur, skilt á tann hátt, at norðoyingarnir í dag mannaðu Ormin Langa, tí báturin hjá teimum síðsta sunnudag varð so illa skaddur, at tað ikki bar til at rógva við honum.

 

Norðingur var klárt næstfremstur, meðan tað var nýggjur bátur á bronsuplássinum. Undanfarnu ferðirnar hevur Havnarbáturin verið nummar trý, men í dag eydnaðist tað hjá Eysturoyingi at taka Havnarbátin.

 

-

 

1Klaksvíkingur (KRF)04:32.42
2Norðingur (NHR)04:34.28
3Eysturoyingur (NSÍ)04:37.32
4Havnarbáturin (HR)04:37.42

 

stavnur.fo