- Hóast hetta verður mín fyrsti túrur hesaferð, havi eg siglt við hesum skipinum áður. Tá fiskaðu vit tannfisk í Suðuríshavinum. Hetta er eitt gott skip, og eg eri spentur eftir at fiska aftur við Grønland.
Tað sigur Jákup Andrias Andreassen, skipari grønlandska línuskipinum Nanoq, sum sjómanstrúboðarin, Torleif Johannesen, hevur skift orð við. Skiparin vísir á, at Nanoq hevur rímiliga stóra toskakvotu, og teir kunnu fiska bæði í Vestur og Eysturgrønlandi.
Tað var í 2015, at grønlendska felagið Arctic Prime keypti línuskipið Nanoq. Skipið er bygt í Noregi í 1996. Tað er 44 metrar langt og 10,70 metrar breitt. Motorurin er ein stívliga 1000 kw. stórur Caterpillar.
Torleif Johannesen veit at siga, at hóast Nanoq er eitt frystiskip, so ísa teir fiskin og landa hann til fiskavirkið í Nanortalik. Tær fiska bara í fimm dagar, so skulu teir inn at landa. Tað er nærum bara toskur, teir fáa.
Nanoq, sum tekur 400 kør á 320 kilo í lastina (tað er umleið 128 tons), er í løtuni í Reykjavík til 20 ára høvuðssýn. Motorarnir eru høvuðsumvældir, samstundis sum ymiskt annað er gjørt við skipið, so tað nú er í fínasta standi.
- 15 mans eru við Nanoq. Skipari komandi túr verður Jákup Andrias Andreassen og stýrimaður Bogi Benjardøgg. Teir vóna, at skipið verður klárt at fara til fiskiskap aftur miðskeiðis í næstu viku, veit sjómanstrúboðarin at siga.