Eyðun Klakstein, fyribils landsliðsvenjari, hevur í dag úttikið hópinum, sum skal spæla Nations League dystirnar móti Armenia og Norðurmakedónia á útivølli ávikavist 14. novembur og 17. novembur.
Av teimum 23 spælarinum, sum eru úttiknir, eru fleiri áhugaverdar søgur. Ein teirra er søgan um teir óynsktu. Tað eru toppskjúttin í Betri deildini, Páll A. Klettskarð, og stríðsmaðurin á miðjuni, Hallur Hansson. Tann fyrri hevur alment valt landsliðið frá, eftir at hann sjálvur bleiv valdur frá í eitt longri tíðarskeið, meðan støðan við Halli Hansson er eitt sindur torgreið.
Páll A. Klettskarð hevur verið høvðussøgan til fleiri landsliðsúttøkur. Hann hevur verið undangongumaður hjá KÍ og toppskjútti í føroyskum fótbólti, men er áhaldandi frávaldur á landsliðnum. Tað kom hartil, at hann fyrr í ár í samrøðum við fyrst Portalin og síðani Televarpið boðaði frá, at ikki var tøkur til landsliðið. Stutt seinni vóru boð eftir áleyparanum úr Klaksvík, men tá takkaði hann nei.
Í farna mánaði bleiv Håkan Ericson koyrdur og stutt seinni boðaði Páll A. Klettskarð frá, at hann nú aftur var tøkur til landsliðið.
- Tað hevur altíð kenst at vera ein heiður at umboða Føroyar. Fyrrverandi venjarin gav greitt til kennar, at hann hevði aðrar betri skikkaðar álopsspælarar, og tað kundi eg sum spælari ikki annað enn taka til eftirtektar. Nú er talan um nýggja støðu, og um eg nú hevði fingið landsliðsboð, so hevði eg tikið av, segði Páll A. Klettskarð við Dimmu.fo.
Í dag komu boðini og Páll A. Klettskarð er í landsliðshópinum. Tað er hann saman við Halli Hansson. Hann bleiv valdur til liðskipara eftir Atla Gregersen, men seinastu tvey árini hevur hann ikki spælt vegna skaða.
##med2##
Tó hevur hann spælt síðani í summar og kundi verið úttikin, men her tykist verða onkur tvístøða. Håkan Ericson hevur til tvær landsliðsúttøkur sagt, at hann hevur verið í sambandið við Hall Hansson, og at spælarin og hann eru komnir ásamt um, at Hallur ikki skal vera við.
Søgan sigur, at partarnir nokk ikki hava verið samdir um alt. Tað verður undirbygt við, at Hallur Hansson nú er við í landsliðshópinum. Miðvallarin hevur spælt 72 landsdystir og spældi støðugt seinastu umførini í landskappingini.
Føroyar hava tveir dystir eftir. Tann fyrri verður ímóti Armenia 14. november og tann seinni ímóti Norðurmakedonia 17. november.
##med3##
Málverjar:
Teitur M. Gestsson, HB
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias H. Lamhauge, FC Fredericia (DK)
Verjan:
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Odmar Færø, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Jóannes K. Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Jann J. Benjaminsen, B36
Ási Dam, HB
Miðvallarar:
René Shaki Joensen, KÍ
Brandur Hendriksson, Fredrikstad FK (Norra)
Noah Hans Mneney, HB
Hanus Sørensen (Uttan felag)
Hallur Hansson, KÍ
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad FK (Norra)
Adrian Justinussen, Hillerød (Danmark)
Poul Kallsberg, Víkingur
Álopið:
Meinhard E. Olsen, Mjøndalen IF (Norra)
Páll A. Klettskarð, KÍ
Petur Knudsen, NSÍ
##ms##