FÓTBÓLTUR
Trégoier, Frankaríki: Andy Olsen er spildur nýggjur í føroyska hópinum. Brian Olsen fekk einans nakrar heilt fáar minuttir seinast, landsliðið var í eldinum. Andreas Lava Olsen hevur somuleiðis heldur ikki so øgiligar royndir at vísa á, og fyri Brian Kerr er Rógvi Jacobsen eisini ein nýggjur maður.
Fýra mans, sum sambært Brian Kerr gott kunnu byrja inni leygardagin.
– Tað er als ikki óhugsandi, at onkur av teimum óroyndu koma at byrja inni. Vit hava fýra leikbann leygardagin og tað merkir, at eg má gera minst fýra broytingar í mun til seinast. Men nú fáa vit at síggja undir venjing, og hvat leikararnir vísa her. Tað verður altavgerandi, sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari.
Eingin er tryggjaður
Góðir møguleikar eru eisini hjá leikarunum at vísa sínar dygdir, og hjá Brian Kerr at gera sínar metingar, tí frá mikukvøldið til leygardag skuldi verið møguleiki fyri at vant fleiri ferðir.
– Eg velji teir ellivu, sum eg meti kunnu skaffa okkum tað besta úrslitið. Har er eingin, sum fær nakra trygd um at byrja inni. Eingin.
Heldur ikki Rógvi Jacobsen, hóast hann er toppskjútti á føroyska landsliðnum og loksins er tøkur aftur.
– Eg havi tosað við hann og hann skilir støðuna. Men Rógvi er ein stór persónligheit, og eg ivist ikki í, at hann hevur góða ávirkan á liðið, sjálvt um hann ikki byrjar inni, sigur Brian Kerr, sum tó fegnast um, at Rógvi Jacobsen endiliga kann spæla fullar dystir aftur.
– Eg havi bíðað eftir, at hann bleiv klárur. Í meðan havi eg hugt eftir upptøkum við honum, umframt at eg havi tosað við hann. Øll vita, at Rógvi hevur havt eitt sera óheppið kappingarár, men tá hann endiliga kom í gongd var greitt, at hann er ein kapasitetur, metir Brian Kerr, sum samstundis vísir til hagtølini hjá Rógva Jacobsen og sigur, at mongu málini á landsliðnum næstan tala fyri seg.
Minni órógvaðir leikarar
Tað var seinnapartin í gjár, at føroyska ferðalagið kom til Fraklands. Rættiliga tíðliga, um hugsað verður í mun til aðrar undankappingardystir hjá føroyska landsliðnum.
– Hetta ynskti Fótbóltssambandið líka nógv sum eg. Leikararnir hava jú brúkt stóran part av mikudegnum at feðrast í. Fyrst ein langan flogtúr og síðani ein langan túr við bussi. Tað er strævið og krevur eitt nakað av tí at koma fyri seg aftur í, greiðir Brian Kerr, sum hevur enn eina orsøk til at koma so tíðliga.
– Leikararnir verða minni órógvaðir her, enn um vit vandu heima, sigur írin.
22 mans at taka av
Tað er ikki einans tað, at føroyska ferðalagið fór tíðliga úr Føroyum, ið er óvanligt á hesum túrinum. Eisini leikaratalið er rættiliga óvanligt. 22 mans telur hópurin í mun til 17-18 sum so ofta áður.
– 22 leikarar er tað, øll onnur lið hava við sær og hví skulu vit vera øðrvísi í so máta. Tað er eisini ein fyrimunur til venjingar við so mongum, sigur Brian Kerr, landsliðsvenjari.
Greitt er tó, at við teimum fýra leikbannunum hevur Brian Kerr í roynd og veru einans 18 mans at velja í millum leygardagin.