Fyrr í vikuni varð kunngjørt, at Ronaldinho var valdur at vera besti fótbóltsleikari í Evropa. Tá listin yvir teir tríggjar bestu leikararnar í heiminum, varð almannakunngjørdur í gjár, stóð navnið hjá Ronaldinho eisini á hesum listanum.
Tað eru ítróttarfjølmiðlafólk, ið hava valt Ronaldinho til besta leikara í Evropa, meðan tað í kappingini um at gerast heimsins besti leikari eru landliðsvenjarar og liðskiparar úr øllum FIFA limalondunum, ið hava atkvøtt.
Vinnarin verður almannakunngjørdur 19. desember, men í gjár vóru tey trý ovastu nøvnini almannakunngjørd. Teir tríggir á listanum eru Ronaldhinho og Samuel Etoo úr FC Barcelona og Frank Lampard úr Chelsea FC. Frank Lampard gjørdis nummar tvey í kappingini um at gerast besti fótbóltsleikari í Evropa. Í fjør vann Ronaldinho virðislønina.