Teir ungu reistust

Eftir stórtapið móti Danmark ressaðust teir á U-16 landsliðið okkara, og við eitt sindur av hepni ella einum vinarligari dómara, hevði talan allarhelst verið um stig móti finnlendingum

NM fyri U-16 landslið

Føroyar-Finnland 1-2 (1-2)


Eftir stórtapið móti dønum, vóru kanska fleiri av áskoðarunum, sum óttaðust, at talan skuldi gerast um enn eitt skræds móti finnlendingum.

Í dystinum móti Onglandi sýndu finnar til tíðir heilt gott spæl, og kanska mest av øllum sýndu teir, at teir vóru rættuliga væl fyri kropsliga. Júst hetta seinna var kanska størsti veikleikin á føroyska liðnum, og tá talan so eisini var um dyst tveir dagar upp í slag, var kanska eisini orsøk at óttast enn einum tennis tapi.


Málið var eftir bókini

Soleiðis gjørdist tó ongantíð, og hetta komst í stóran mun av tí hugburði, sum føroysku leikararnir sýndu.

Frá fyrsta bríksli royndu teir at spæla fótbólt, og tað eydnaðist eisini at fáa spælið at hanga nógv betri saman, enn tað gjørdi í fyrra dystinum.

Finnar royndu hinvegin at leggja stórt trýst á føroyska liðið, men hóast teir eisini fingu eitt mál rættuliga skjótt, tá teir sluppu at leggja innfyri úr høgru, so skakaði hetta als ikki føroyska liðið.

Tvørtur ímóti megnaðu føroyingar at svara aftur við einum máli, sum var at kalla tikið úr eini fótbóltslærubók:

Finnar mistu bóltin tá teir vóru komnir nakað inn á føroysku hálvuna, og so gekk skjótt. Miðframherji okkara dróg nakað oman at taka ímóti bóltinum. Finska miðverjan fylgdi fram við, og so fall revsingin. Ístaðin fyri at spæla beint á áleyparan, varð bólturin sendir flatt út í vinstra borð, og síðani varð ein høg sending løgd inn um finsku verjuna, har Bjarni Jørgensen kom rennandi púra leysur. Við einum dómadagsskoti sendi hann bóltin fram við málverjanum, og so var 1-1. Stórur fagnaður á føroysku áskoðarunum, og sjálvsagt var fagnaðurin á vøllinum ikki minni.


Óhepnir

Ein kundi kanska roknað við, at at hetta líka sum fót at seta lív í finnar, men hetta hendi als ikki. Ístaðin áttu føroyingar heldur at lagt seg á odda, men einki spurdist burturúr, tá teir fingu stóran møguleika at javna.

At finnar so fingu lagt seg á odda løtu seinni, kunnu teir einamest takka dómaranum fyri. Eftir hornaspark og út frá, royndu teir seg aftur við skoti móti málinum. Hví, skulu vit ikki taka dagar ímillum, men í øllum førum bríkslaði dómarin fyri finskum brotssparki. Møguliga fyri hond á bóltinum, men í øllum førum varð brotsspak úrslitið av hesum.

Arnfinn í Bartalsstovu bjargaði fyrstu atsóknini frá ellivu metrum, men tá tríggir finnar og eingin føroyingur fylgdu upp, var málverjin prísgivin.

Tað tænir tó føroysku leikarunum til rós, at teir kortini ikki fullu í fátt. Í tveimum atløgum var heilt nær við, at Rasmus Nolsøe javnaði finsku leiðsluna, men eydnan var so als ikki við tvørámanninum við vælkenda eftirnavninum. Fyrst fekk málverjin akkurát jústað bóltin upp um samankomingina eftir beinleiðis fríspark úr 20 metrum, og síðani heilfluktaði Rasmus úr góðari støðu, men beint upp um.


Orkan rakk

Nærri komu føroyingarnir ikki í fyrra hálvleiki, og tó at ikki gjørdust heilt so vandamiklir í seinna, so hildu teir allan dystin á at spæla fótbólt, og fleiri ferðir komu teir sær eisini í góðar støður. Serliga tá spælt varð ígjøgnum í síðunum, har mótstøðumenninir ofta tóktust tunnir í verjupartinum.

Hin vegin áttu finnlendingar sjálvsagt eisini sínar møguleikar, men men í flestu førum fekk føroyska verjan seinasta fótin á, og gekk heilt galið, stóð málverjin eisini har hann skuldi.

Júst hetta, at føroyingarnir veruliga sýndu vilja og dirvi at spæla, var mest positiva upplivingin í dystinum, sæð frá einum føroyskum sjónarhorni. Uttan at gera spælið torførari enn tað veruliga er, megnaðu teir í fleiri førum at halda bóltin í egnari røð, soleiðis at mótstøðumenninir eisini finu loyvi at renna eftir okkara.

Merkisvert var eisini, at orkan hjá føroyingunum hesu ferð rakk til allar 80 minuttirnar. Kanska fyrst og fremst grundað á, at finska spælið við nógvum longum sendingum viðførdi, at tað í størri mun enn móti dønum bar til at »standa rætt«, soleiðis at at sparast kundi eitt sindur upp á renningina.


Niðurstøðan er positiv

Alt í alt boðaði avrikið týsdagin frá nógv meira góðum enn ringum fyri framtíðina hjá føroyska landsliðsfótbóltinum.

Eins og móti dønum kann framvegis staðfestast, at tekniskt og taktiskt eru føroyingarnir nú væl betri fyri á ungum árum. Hinvegin halta vit enn nakað, tá talan er um kropsligu styrkina og skjótleikan.

Hvussu úrtøkan verður, tá Ongland hósdagin verður mótstøðuliðið, er sjálvsagt ilt at spáa um.

Megna føroyingar at nýta sinniliga yvirskotið, sum dysturin móti Finnlandi ehlst skal hava givið teimum, á rættan hátt. Ja, so kann talan gerast um enn eitt sera gott føroyskt úrslit.

Hinvegin er av alstórum týdningi, at góða avrikið ikki hevur havt tað árin, at leikararnir nú kenna seg sum heimsmeistarar. Vit skulu minnast til, at vit í altóða fótbólti altíð fara at teljast millum tey smáu, og at tað tí er alneyðugt, at spælararnir geva alt teir orka hvørja ferð farið verður á vøllin.

Vónandi gera okkara dreingir eisini tað, tá Ongland hósdagin er mótstøðuliðið.cute;vanligur í summar.


Dalurin opin

Komin í Skarðið liggur Gásadalur opin fyri okkum. Vit sessast, og ryggsekkirnir verða latnir upp. Fólk hava eitthvørt við sær til túrin, og ferðaleiðarin býður kaffi og matpakkar, hann hevur við av hotellinum. Norðmenninir eru framvegis ikki komnir, og hildið verður, at teir fara als ikki at møta upp. Soleiðis varð eisini.

Tvey fólk komu aftan á okkum. Tað vísti seg at vera týskarar, sum tó ikki fóru niður í dalin, men vendu í Skarðinum, sum so mong gera.

Tað verður prátað, og myndir skulu jú eisini takast. So tað gongur ein løta, áðrenn farið verður oman.

Niðri við portrið situr ein einsamallur maður, sum heilsar: »Guten Tag«. Enn ein týskur ferðamaður.

Hesin fryntligi maðurin, sum man vera einastaðni miðskeiðis í fimitárunum til aldurs, hevur hug at práta. Og meðan restin av ferðalagnum fer oman á lendingina, sita vit báðir, blaðmaðurin og týskarin, eftir.

Hann greiðir frá, at hann er úr Hannover og er ferðandi blaðmaður, sum skrivar ferðafrásagnir til eitt týskt læknablað. Hann sigur, at einir tríggir fjórðingar av blaðnum eru ferðafrásagnir, meðan restin hevur okkurt við læknavísund at gera. Fólki dámar betur at lesa um ferðing, sigur hann.

Hann hevur verið í Føroyum fyri einum sjey árum síðan, og honum dámdi so væl, at nú er hann komin aftur. Ikki hetta við at bíða tveir dagar, meðan Norrøna er í Bergen. Nei, hann vildi vitja landið. Og tað hevur hann gjørt, sigur hann. Og eisini hann fegnast um tann vælsignaða friðin, her er. Her í Gásadali. Og ikki minni í Mykinesi, har hann júst hevði verið nakrar dagar.

Og so kemur spurningurin: »Verður nøkur grind í Vágum í dag?«

Eg havi fingið spurningin fyrr og noyðist enn einaferð at greiða frá, at tað veit eingin. Og so fellur tosið sjálvandi á umhvørvisfelagsskapirnar, hann eisini hevur hoyrt um.

Hann spyr, hvussu tað ber til, at tað í ár bara eru dripnir 10.000 hvalir í Føroyum, tá tað vanliga plaga at verða dripnir 15.000. Eg ógvist og spyrji, hvaðani hann hevur hasi tølini.

-Jú, soleiðis hevur hann frætt.

Aftur gerst neyðugt at greiða einum útlendingi frá, at tað er beinleiðis lygn, sum mangastaðni verður geitt frá um føroyskt grindadráp. Men hesi fremmandafólkini vita ikki betur. So hann fær eina longri frágreiðing um hagtøl síðan miðøldina, vísindaliga kanningar av grindini og so framvegis.

Enn eitt dømi um, hvussu neyðugt tað er hjá føroyingum at kunna um føroysk viðurskifti úti í heimi.


Lundar og íbygdur steinur

Lundin er nógvur í ár, og eisini í bakkanum í Gásadali er væl til. Teir verða avmyndaðir í ymsum støðum. Og Høgni heldur, at stuttligt hevði verið hjá børnuum í ferðalagnum at sæð ein livandi lunda tætt hjá og kanska sloppið at hildið á honum.

Vit fara tveireinir niður í bakkan, og Høgni stingur hondina í eina holu. Jú lundin er inni, og Høgni kemur út aftur við honum. Og pisuni.

Tað var stuttligt hjá børnunum at síggja, og pisan varð eisini dúgliga avmyndað, áðrenn hon var løgd aftur í holuna, og vit fóru niðan í bygdina at hyggja okkum um.

Vitjað varð í skúlanum, har fólk nýttu høvið at skriva í gestabókina. Eisini varð hugt at Gráasteini, og vit fingu sagda søguna um, hvussu hann endaði sum hornasteinur í einum húsum í Gásadali.

Gráisteinur var íbygdur, sum ikki var so óvanligt í Føroyum fyrr. Maður ætlaði at byggja og vildi sprongja steinin, sum var í vegin. Hann var eisini byrjaður at bora, og farvegurin eftir tí sæst enn.

Men grannin setti seg ímóti hesi óbótagerð. Hann legði seg oman á steinin og segði, at skuldi steinurin sprongjast, skuldi hann við í luftina. Tí hann vildi nógv heldur bráðdoyggja, enn spakuliga at verða píndur til deyða av teimum heimleysu fornisku. Steinurin varð standandi.


Gongurtúrur, har roknast skal við at seta dagin av.

Meðal strævin túrur. Gingið verður um fjøll. Gott er at vera væl ílatin um beinini.

Eini tvey hjartasuff eru:

Eggin í Gásadalsbrekkuni eigur at verða hegnað, soleiðis at eingin vandi yvirhøvur er fyri, at fólk ganga seg útav.

Gøtan av Skarðinum oman til Gásadals eigur at verða ruddað fyri smágrót, sum annars ger túrin strævnari enn neyðugt.

Fototól eigur at vera við, og ein kikari er óføra góður at hava.

Farið altíð við ferðaleiðara. Tað loysir seg væl.

Túrurin kosta 185,- krónur, og matpakki fæst, um ein ynskir tað, fyri 70,- krónur.

Atlantsflog hevur eisini túrin við í ferðaseðlapakka, um tað verður ynskt. Í pakkanum hjá Atlantsflog er matpakkin íroknaður.


Tilmelding:

Kunningarstovan

Miðvági:

Tlf. 33 34 55

Ella hjá Atlantsflog:

Tlf. 33 37 00


Hvat hendir í Føroyum? www.kunning.fo