Teir yngru fingu revansju

Tann so nógv umtalaði fótbóltsdysturin millum yngru og eldru tónleikarar á Ovastevnu endaði við, at teir yngru so dyggiliga fingu revansju Tað var lagt upp til tað heilt stóra brakið, tá fótbóltsdysturin millum yngru og eldru tónleikararnar var spældur á Ovastevnu í dag.

Fitt av fólki hevði eisini leitað sær eystur á Mýrar, har kunstgrasvøllurin í Nólsoy liggur. Eftir ein rættiliga spennandi og javnan fyrra hálvleik var støðan 3-2 til teir yngru.

Teir komu á odda 1-0, men tað eydnaðist teimum eldru at javna. Síðani kom yngra liðið fram um 3-1, áðrenn teir »gomlu« minkaðu um munin til hálvleiksstøðuna.

Í seinna hálvleki var tó einki at gera. Teir yngr skoraðu fýra mál, uttan at tað eydnaðist teimum eldru at svara aftur, og sostatt endaði dysturin 7-2 til teir yngru. Sanniliga ein revansja, sum vil nakað.

Hvørt liðið valdi »man of the match« á mótstøðuliðnum, sum hvør fekk sítt steyp til ognar. Hjá teimum yngru varð Flóðin Viderø valdur og hjá teimum eldru Jens Marni Hansen.

Og so er bert at vóna, at ringa úrslitið hjá teimum eldru ikki fer at ganga út yvir framførsluna hjá managaranum, Terja Rasmussen, í tjaldinum í kvøld.