Teis aftur toppskjútti hjá Follo

Bæði føroyingaliðini í næstbestu norsku hondbóltsdeildini vunnu í dag

Hetta gjørdist ein góður dagur hjá føroyingaliðunum í næstbestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Teis Horn Rasmussen og liðfelagarnir í Follo vunnu stórsigur 37-21 á Nordstrand á heimavølli. Longu í steðginum var alt mest sum avgjørt. Follo var á odda 19-8 í steðginum.

 

Teis gjørdist toppskjútti hjá Follo við sjey málum. Haraftrat vann hann liði sínum tvey brotskøst.

 

Teis er næstbesti málskjúttin hjá Follo. Higartil hevur Teis skotið 79 mál í kappingini. Besti málskjúttin hjá Follo er Mads Vejby Hansen við 90 málum.

 

Julian J. Kragesteen, Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Ryger Stavanger vunnu eisini stórsigur á heimavølli í dag.

 

Ryger vann 36-22 á Herulf Moss. Í steðginum var Ryger á odda 15-10.

 

Julian skoraði fýra mál og legði upp til trý mál fyri Ryger í dag. Tróndur skoraði eitt mál og legði upp til tvey mál.

 

Follo er nummar fýra í deildini við 27 stigum. Teimum á baki er Ryger á fimta plássinum við 26 stigum.