Føroyingauppgerð var aftur í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.
Í Skæring høllini í Aarhus tók liðið hjá Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, HC Aarhus móti liðnum hjá Paula Mittún og Pæturi Mikkjalssyni, Team Sydhavsøerne.
Aarhus vann greiðan 33-26 sigur. Í steðginum var heimaliðið á odda 19-17.
Teis skoraði trý og Peter Krogh skoraði tvey mál fyri heimaliðið.
Pauli gjørdist toppskjútti hjá suðuroyggjamonnum við seks málum. Pætur skoraði trý mál.
HC Aarhus og Team Sydhavsøerne hava bæði tvey stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18.30 spælir Team Sydhavsøerne dyst á útivølli móti Odense.
Komandi leygardag klokkan 14 verður føroyingauppgerð á Frederiksberg í Keypmannahavn. Tá tekur liðið hjá Boga Hansen, Leivi Mortensen, Jónasi og Janusi Djurhuus, FIF móti HC Aarhus.