Teis skoraði sjey mál í stórsigri hjá Follo

Follo hevur vunnið fimm av teimum seinastu seks dystunum

Tað lá væl fyri hjá føroyska landsliðsleikaranum, Teis Horn Rasmussen í næstbestu norsku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Teis skoraði sjey mál og gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Follo, ið vann stórsigur 38-24 á Nøtterøy á heimavølli. 

 

Longu í steðginum hevði Folli sett tingini uppá pláss við einari 21-10 leiðslu.

 

Follo hevur vunnið fimm av teimum seinastu seks dystunum, og er eitt av fýra liðum sum hevur 14 stig. Hini eru Charlottenlund, Sandefjord og Bergen. Seks stig eru upp til Viking TIF, ið er greitt oddalið við 20 stigum.

 

4. desember skal Follo á vitjan hjá Charlottenlund.