Teitur besti sangari í Danmark

Danish Music Awards verður í kvøld hildið í KB-Høllini á Vesterbro í Keypmannahavn, gallatiltakið verður sent beinleiðis á DR og føroyska Sjónvarpinum. Fyri løtu síðan vann Teitur heiðursslønina sum besti sangari í Danmark. Hann vann frammanfyri stórfavorittin Simon Kvamm, sangaran í Veto Troels Abrahamsen, Thomas Helmig og Mikael Simpson

 

Teitur er í USA á konsertferð í løtuni og fekk tí ikki verið har, tá heiðurslønin varð handa. Røðan var bandað frammanundan, og hon varð hildin á føroyskum. Teitur tók ímóti DR í myrkamorreyðari troyggju og segði m.a. 1000 takk fyri, hann helt heiðurslønina vera fína, og at hon líktist einum tjaldri.

 

Verturin helt tað vera stuttligt við einum so perudonskum sangara sum vinnara, men gleddist um, at stóru upphæddirnar, ið danir hava sent til Føroyar nú verða brúktar til okkurt gott. Væntandi sita eitt stað ímillum 1 og 2 milliónir áskoðarar frammanfyri skíggjan, og fylgja við, so talan er um veruliga gott PR fyri føroyska sangaran, ið dagliga býr í London.

 

Tað vóru hjunini Johan Wohlert og Pernille Rosendahl, ið handaðu heiðurslønina, Pernille nýtti høvi at vísa sín stuðul til tey ungu, ið berjast við løgregluna í Keypmannahavn í løtuni, hetta gav ikki Pernillu nakra stuðul millum nógvu áskoðararnar, men áðrenn løtan gjørdist ordiliga pínlig, tók Jóhan Wohlert orðið og skifti evni.