Vágamenn eru í dag fyri triðju ferð í hesum mánaðinum á Tórsvølli. Í seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið taptu teir 2-1 ímóti HB, sum við sigrinum vann seg í steypafinaluna, ið verður annan leygardag. Og so tapti 07 Vestur 3-1 í landskappingardysti ímóti B36.
Í dag er 07 Vestur gestur hjá HB. Fyrr í ár hava hesi bæði feløgini spælt tveir landskappingardystir í Sørvági. HB vann tann fyrra 3-1, meðan 07 Vestur vann tann seinna 2-1.
Tað er greitt, at 07 Vestur er og verður nummar fimm í landskappingini. Hjá HB snýr tað seg um at vinna heiðursmerki og harvið longu undan steypafinaluni at vinna pláss í Europa. HB er á fjórða plássi. Tað eru tvey stig fram til Víking og fýra stig fram til B36.
Hjá 07 Vestur eru Dánial Pauli Lervig og Jóhann Hansson Joensen ikki á listanum. Høgni Egilstoft Nielsen og Uros Stojanov eru á beinkinum.
Hjá HB er landsliðsmálverjin Teitur Matras Gestsson aftur millum stólparnar. Ein stóran part av kappingarárinum hevur hann ikki verið førur fyri at spæla, tí hann hevur verið illa darvaður av vøddaskaða.
Viljormur Davidsen er leikbannaður, og Bartal Wardum er við aftur eftir leikbann.