Danish Music Awards varð leygarkvøldið hildið í KB-Høllini á Vesterbro í Keypmannahavn, gallatiltakið varð sent beinleiðis á DR og føroyska Sjónvarpinum. Fimm av heiðurslønunum, ið vórðu handaðar hetta kvøldið komu á føroyskar hendir ella í øllum førum nokkso føroyskar hendur. Teitur gjørdi tað, ið hann ikki megnaði á Planet Awards, at vinna heiðurin sum besti sangari, meðan fjóðrings gøtumaðurin Simon Kvamm og hansara bólkur fekk fýra heiðurslønir.
Tað var ikki óvæntað, at Nephew fekk fleiri heiðurslønir. Bólkurin var tann bólkurin, ið var í uppskotið til flestar heiðurslønir heili seks, og árið 2006 hevur verið stórt fyri bólkin, við fløguútgávu, hittlista dominansi og nógvum og væleydnaðum konsertum. Meira óvæntað var, at Teitur gjørdist ársins danski sangari. Hann vann frammanfyri stórfavorittinum Simon Kvamm, sangaranum í Veto Troels Abrahamsen, Thomas Helmig og Mikael Simpson. Hetta er ivaleyst størsti heiður, ið ein sangari kann fáa í Danmark.
Teitur er í USA á konsertferð í løtuni og fekk tí ikki verið har, tá heiðurslønin varð handa. Røðan var bandað frammanundan, og hon varð hildin á føroyskum. Teitur tók ímóti DR í myrkamorreyðari troyggju í hugnaligu summarhúsinum hjá Bloch familjuni í Tisvilleleje, har Teitur tók sína føroyskt mæltu fløgu upp. Hann segði m.a. 1000 takk fyri, hann helt heiðurslønina vera fína, og at hon líktist einum tjaldri.
Verturin helt tað vera stuttligt við einum so perudonskum sangara sum vinnara, men gleddist um, at stóru upphæddirnar, ið danir hava sent til Føroyar nú verða brúktar til okkurt gott. Væntandi sita eitt stað ímillum 1 og 2 milliónir áskoðarar frammanfyri skíggjan, og fylgja við, so talan er um veruliga gott PR fyri føroyska sangaran.
Tað vóru hjúnini Johan Wohlert og Pernille Rosendahl, ið handaðu heiðurslønina, Pernille nýtti høvi at vísa sín stuðul til tey ungu, ið berjast við løgregluna í Keypmannahavn í løtuni, hetta gav ikki Pernillu nakran stuðul millum nógvu áskoðararnar, men áðrenn løtan gjørdist ordiliga pínlig, tók Jóhan Wohlert orðið og skifti evni.