Í kvøld ferð Teitur Lassen undir eina konsertferð til fleiri europeisk lond. Fyrsta konsertin verður í Lyngby, og næstu dagarnar standa Esbjerg, Herning, Kolding og Horsens fyri tørni.
Seinni í hesum mánaðinum fer Teitur eisini at spæla í týsku býunum Berlin, Hamburg, Køln og München. Hann vitjar eisini Tilburg, Katwijk og Haarlem í Hollandi og Graz og Wien í Eysturríki.
Aftan á tað verður leiðin løgd aftur til Danmarkar, har tríggjar konsertir standa á skránni í mars mánaði ? tær verða í Randers, Herlev og Helsingør.
Hesar konsertir standa í løtuni á listanum hjá Teiti Lassen:
16/2 Lyngby
17/2 Esbjerg
18/2 Herning
19/2 Kolding
20/2 Horsens
21/2 Berlin
22/2 Hamburg
23/2 Køln
25/2 Tilburg
26/2 Katwijk
27/2 Haarlem
28/2 München
2/3 Graz
3/3 Wien
10/3 Randers
11/3 Herlev
12/3 Helsingør